Bjarni Djurholm má hava sligið høvdið í

– Bjarni Djurholm hevur sjávlur tikið undir við at útseta Marknagilsdepilin til 2016, so eg skilji hann als ikki.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum eftir at Bjarni Djurholm, formaður í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum – saman við meiriluta í nevndini – boðar frá, at hann als ikki tekur undir við, at skúladepilin í Marknagili ikki skal gerast liðugur fyrr enn í 2016.

Bjørn Kalsø vísir til eina atkvøðugreiðslu í tinginum í fjør vár, tá uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2012 vórðu avgreiddir.

– Tá atkvøddi Bjarni Djurholm og Fólkaflokkurin fyri at útseta hetta skúlan til at verða lidnan í 2016 eftir uppskotið frá minnilutanum í fíggjarnevndini, Jørgen Niclasen og Bill Justinusen, vísir Bjørn Kals á.

Landsstýrismaðurin sigur, at játtanirnar ár fyri ár sambært uppskotinum hjá teimum var lægri, enn tað er í uppskotinum, sum Bjørn Kalsø nú arbeiðir við.

Tí heldur hann, at Bjarni Djurholm mótsigur sær sjálvum, tá hann sigur, at hann ikki tekur undir við at útseta ætlanini til 2016.

– Hatta er jú hansara egna uppskot, sigur Bjørn Kalsø.