.fo
Hetta sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum, nú Chevron hevur staðfest, at royndarframleiðslan beint við markið hevur verið sera væleydnað. Hann sigur víðari, at vit við hesum kunnu hava grundigar vónir til, at olja og gass eisini er á okkara leiðum í rakstrarverdugum nøgdum. Hetta fer sjálvsagt eisini at økja munandi um áhugan fyri 3. útbjóðingarumfari, sum verður í heyst. Uppskot verður lagt fyri løgtingið í september.
Bjarni Djurholm leggur tó dent á, at kolveltnisroyndirnar frá 2001 eiga at læra okkum ikki at kanna okkum bitan, fyrr enn hann er svølgdur. Tí skulu vit halda høvdið kalt. –Men finna vit kolvetni á okkara leiðum, so setir tað alt samfelagið í eina nýggja vinnu- og búskaparliga støðu, og tað fer at opna nógvar dyr, har vit fara at taka av nógvum nýggjum avbjóðingum, sum vit skulu duga at handfara við varðsemi.
-Nú er uppgáva okkara at bera okkum rationelt at. Ikki leypa á leistum men við skili nýta nýggja bretska fundið at økja um áhugan fyri okkara øki.
-Hetta eru kanska tey bestu tíðindi um oljuleiting á Atlantsmótinum í mong ár?
-Ja avgjørt. Tann vitanin, sum m.a. eg sum landsstýrismaður í oljumálum havi fingið um jarðfrøðiligu viðurskiftini á umrøddu leiðum, eiga at fortelja okkum, at tá kolvetni eru funnin eystan fyri markið, so er tað sannlíki fyri, at tað er ella verður funnið okkara megin eisini. Tað er í sær sjálvum stak positivt.
Landsstýrismaðurin sigur víðari, at tað er eisini hugvekjandi at vita sær, at júst hesi somu feløg, sum hava funnið oljuna við markið, longu í næsta mánað fara undir seismiskar kanningar í sínum loyvi føroyskum megin markið. –Tað er gott at vita sær, at tað eru stór og roynd oljufeløg, sum hava megi og orku til at gjøgnumføra hetta, ið nú fara undir at leita eftir oljuni, sum liggur hesumegin markið, bert fáar fjórðingar frá Rosebankfundinum. Hetta fund kann so eisini fáa feløgini til at skunda undir sínar kanningar og vónandi eisini boring á føroyska landgrunninum.
-Samanumtikið er hetta ein søgulig løta fyri okkum sigur Bjarni Djurholm.