Símun á Høvdanum
Ein maður er ein maður, og eitt orð er eitt orð. Hetta kann man ikki siga um Bjarna Djurholm, tí undir valstríðnum fyri góðum ári síðani spurdi undirritaði Bjarna Djurholm, um avgreiðslugjaldið uppá 30 kr, sum Toll og Skattstovan krevur fyritøkur fyri, bleiv avtikið, nú fyritøkurnar gera alt arbeiðið fyri Toll- og Skattstovuna. Hetta játtaði hann, at tað fór at verða eitt tað fyrsta, hann fór í holt við, um hann bleiv afturvaldur, men nú er meira enn eitt ár síðani valið, og einki er hent. Spurdur um hetta bleiv gjørt við afturvirkandi kraft vildi hann ikki svara tí spurninginum, men nú má kravið vera, at fyritøkurnar fáa pengarnir aftur, sum tey hava lagt út fyri at gera arbeiðið hjá Toll- og Skattstovuni.
Politikkarnir í Føroyum sleppa alt ov lætt, vit kunnu samanbera Bjarna Djurholm við Bent Bendtsen. Hann lovaði undan valinum, at bleiv hann afturvaldur, bleiv avgjaldið upp á 50 oyru stikað upp á kortflytingarnar, og tað gingu ikki fleiri dagar, so hevði hann stikað avgjaldið. Her hevur Bjarni Djurholm okkurt at læra av. Ein konkretan spurning til Bjarna Djurholm, nær verður avgreiðslugjaldið avtikið?









