Oljuvinna
Seinni í ár kemur stjórin í risastóra oljufelagnum, Statoil, til Føroya á vitjan.
Tað er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum hevur bjóðað Helge Lund til Føroya, men akkurát nær hann kemur, er ikki heilt greitt enn.
Statoil hevði eitt avlop upp á 60 milliardir í fjør, so talan er avgjørt um ein av tungvektarunum í oljuvinnuni, sum nú leggur leiðina framvið hendavegin.
Tað er serliga nú Statoil stendur fyri boringini á Føroyaøkinum, at Bjarni Djurholm hevur bjóðað stjóranum í felagnum til Føroya og tað var hann áhugaður í.
Tá ið Helge Lund kemur til Føroya, fer hann sjálvandi at hyggja at tí virksemi, sum Statoil hevur her, men høvi verður eisini at hitta føroyskar myndugleikar, sigur Bjarni Djurholm at tosa um, hvørja leið føroyingar ætla at ganga politiskt. Tá er oljuboringin helst eisini liðug og tað átti eisini at verðið eitt samrøðuevni.
Bjarni Djurholm og Helge Lund hava hitst fyrr, men hesa vikuna hittust teir aftur á stóru oljustevnuni í Stavanguri í Noregi.
Har bar tað ikki mætari til enn so, enn at Bjarni Djurholm fekk høvi at sita til borðs við stjóranum í Statoil og har hitti hann eisini stjóran í stóra, franska gassfelagnum, Gaz du France.
Bjarni Djurholm sigur, at teir prátaðu sjálvsagt um virksemið hjá Statoil í Føroyum og um útlitini hjá Statoil yvirhøvur og sjálvandi um tann áhuga, sum Statoil hevur í Føroyum.
- Tað at eitt stórt og viðurkent felag sum Statoil hevur so stóran áhuga fyri Føroyum, ger eisini tað, at onnur feløg fara at venda eyguni hendanvegin.
- Tí hevur tað stóra, jaliga ávirkan, at Statoil hevur áhugað fyri Føroyum og sostatt hevur tað eisini stóran týdning fyri Føroyar.
Hetta var eitt borðhald við einum 1000 fólkum og at norski Statoil stjórin bjóðaði føroyska landsstýrismanninum til borðs, tekur Bjarni Djurholm avgjørt sum eitt tekin um, at tann áhugað, sum Statoil hevur fyri Føroyaøkinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at politiskt heldur hann at tað er rætt at brúka eitt høvi, sum ein slík oljustevna er, til at vísa seg og til at hitta fólk í vinnuni og til at hitta politikarar.
- Tí haldi eg, at tað hevur týdning, at føroyski landsstýrismaðurin eisini vísir áhugað og er við á slíkum tiltøkum, sigur Bjarni Djurholm










