Bjarni Dal-Christiansen 80 ár

   

Mánadagin 4. oktober fyllir Bjarni Dal-Christiansen í Havn 80 ár.

Bjarni er best kendur sum bilførari í Havn. Hann byrjaði sum ungur at koyra hýruvogn frá heiminum í Tórsgøtu, og var hann við til at stovna bilstøðina Taxa í Vágsbotni 1. januar 1944.

Hann koyrdi eisini í Taxa í Lucas Debesargøtu og Bilstøðini í J.C.Svabosgøtu.

Tá Bilstøðin bleiv løgd saman við Taxa í 1953, var Bjarni ein av fyrstu partaeigarunum í samanløgdnu støðini, P/F Taxa, sum í 1955 skifti navn til Auto.

Hann koyrdi í Auto til 1965, tá hann byrjaði sum sjálvstøðugur hýruvognsførari. Hann hevði nógvar privatar kundar.

Hann koyrdi í nøkur ár skúlabørn av Hvítanesi til Havnar og í fleiri ár rutukoyring millum Havnina, Kirkjubø og Velbastað.

Bjarni var bilførari í góð 50 ár, hann gavst í 1994. Hann var sera røkin og nærlagdur í sínum starvi.

Bjarni er føddur og uppvaksin í Tórsgøtu í Havn, yngstur av 5 systkjum. Foreldur hansara vóru Paulina Dal-Christiansen og Sophus Christiansen, vanliga nevndur Sophus skómakarin, bæði úr Havn.

Bjarni er giftur við Palmu, f. Rasmussen, av Skála. Børnini eru Annelin og Kári, og abbabørnini eru 5 í tali. Øll búgva tey í Havn uttan ein abbadóttir, sum býr í New Zealandi.

Bjarni er sera góður við síni, og abbabørnini eru alt hjá honum.

Dagurin verður hildin heima leygarkvøldið 2. oktober, har tey ið vilja ynskja Bjarna tillukku eru hjartaliga vælkomin.