Bjarni, Bjarni meinar tú tað

Umráðandi er at lata tað sum virkar fáa frið at virka og at útbyggja tað.

Fyri nøkrum døgum síðani, var onkur so “lættsintur” at seta í umfar, at almenna reiðaríðið skuldi flytast, sum tað var, til Suðuroyar.

 

Skikkiliga skjótt reistist mín góði gløggi partamaður, Bjarni Djurnholm, og mótmælti enntá við fyrispurningi, og segði, at “hann skilti ikki orsøkina til, at nakað sum virkaði, skuldi flytast”!

 

Tíðin hjá mær er farin har eg kundi hava part í avgerð, hvar nakað skal liggja, so tað fari eg at “lata liggja”, men lat meg siga, at umráðandi er, at tað sum virkar eigur at hava frið, og at tað eigur at verða útbygt.

 

Skotriðurnar móti Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Men at júst Bjarni sigur hetta, skilji eg ikki. Her er hann inkonsekventur. Er nakað Bjarni og flestu tingmenn í Suðurstreymi hava lagt orku í, so er at fáa niðurlagt og oyðilagt best virkandi sjúkrahúsið í Føroyum seinastu 40 árini, fyri at flyta viðgerðirnar á Landssjúkrahúsið, sum altíð hevur verið í trupulleikum.

 

Umframt, hava skotriðurnar øll árini duna frá leiðslu, læknum og so embætisfólkum Landssjúkrahússins móti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, samstundis hava hesi roynt at billa politikarum inn, at eingin meining er í at hava “smá” sjúkrahús. Tað kann undra, at tað hevur hildið til tílíkan ágang, ikki bara tað, men er komið styrkt úr slagnum!

 

Hesi hava veruliga fingið billa politikarum inn, at vit 40.000 íbúgvar, hava møguleika at hava eitt “stórsjúkrahús” og at tað verða bara tey “stóru sjúkrahúsini” í ríkinum, sum koma at yvirliva, hava fingið fólk at trúgva, at Landssjúkrahúsið er og verður eitt av “hesum stóru sjúkrahúsunum” í ríkinum. – Ja, ikki er tað serliga eyðmjúkt!

 

Øll árini eg havi verið í politikki, og verið tætt upp at sjúkrahúsverkinum, sum stýrislimur, komi eg altíð, tá eg hugsi um Landssjúkrahúsið, í tankar um fyribrigdið “læknar uttan landamark”.

 

Sjálvur eri eg ræddur fyri, og fari at endurtaka tað, at kanska er ein orsøk til, at læknar hava ilt við at koma til Føroya er, at hesir kveppa seg við at søkja inn í “krígsherjað” øki, sum “stórsjúkrahúsið” hevur verið.

 

Óveruligt “stórsjúkrahús”

Hvussu hongur tað saman, at ikki stendur á, hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi – sambært Jákup Petersen, yvirlækna, í Dimmalætting – at fáa læknar til lítla, men vælvirkandi sjúkrahúsið við góðum disciplini og sjálvdiciplini, við trivnað, nøgdsemi og høgum tænastustøði, meðan vit so ofta í okkara fjølmiðlum fáa at vita, at sjúkrahúsið, sum fer við næstan allari játtanini til heilsumál í sama mun livir undir tvørrandi trivna.

 

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, takk fyri, at tú hevur sett arbeiðsbólk at leggja til rættis útbygging av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Gangi út frá, at Bjarni Djurholm og onnur tingfólk í Suðurstreymi skorða undir eina so áhugaverda verkætlan við stovni, sum liggur og virkar væl, og sum tænir øllum Føroya fólki.

 

Og til seinast! Haldið uppat at billa fólki inn, nakað so óveruligt, sum at Landssjúkrahúsið nakrantíð fer at gerast, tað vit vanliga kalla eitt “stórt og vælvirkandi stórsjúkrahús”, sum skal hava fólkagrundarlag við hálvari ella heilari millión!

 

Eg endurtaki spurningin: “Bjarni, Bjarni, hví so inkonsekventur”.