Hann er 42 ára gamal. Er stjóri í Vodafone í Føroyum, og hevur nevndarsessir í Farice, Norðoyatunlinum og Vágatunlinum, umframt nýggja nevndarformanssessin í Atlantsflogi.
Hann er havnarmaður, hevur útbúgving innan búskap úr Aarhus, og var tengdur at landsstýrinum áðrenn hann í 2000 gjørdist stjóri í felagnum, ið tá æt Kall.
Men um hansara egna leiklut í Atlantsflogi vil hann ikki siga ov nógv.
- Onnur mugu døma um, um tað hevði verið øðrvísi, um onkur annar var formaður, greiðir Bjarni Bjarnason frá.
Nevndarformaðurin er ikki nakað serliga tíðindafróður, tí felagið er børsnoterað. Og hann vil heldur ikki úttala seg nakað serligt um ósemjurnar, ið hava verið kring nevndina.
- Ósemjurnar hava ikki verið í arbeiðinum í felagnum, men kring felagið, og eg havi onga støðu til rumbulið, og eg havi heldur ikki nakra viðmerking til leiklutin hjá Landsstýrinum í felagnum, sigur Bjarni Bjarnason.
Hann leggur afturat, at hann hevði sagt meira, um tað var hansara egna felag.
Útskiftingar í nevndini
Umframt Bjarna Bjarnason, sum er nýggjur í nevndini fyri Christian Andreasen, er Kaj Johannesen eisini nýggjur í nevndini. Hann avloysir Eyðfinn Jacobsen, sum takkaði fyri seg og klamsaði við hurðini.
Hini í nevndini eru framvegis tey somu. Petur J. Eiriksson, Jens Wittrup Willumsen umboða landið og Verna Rasmussen og Ingi S. Joensen eru starvsfólkaumboð.
Tá nevndarvalið var liðugt í gjár, var rættiliga kalt í Vágum, tí tøgn valdaði, tá nýggju nevndarlimirnir vórðu valdir. Hinvegin ljómaðu lógvabrestrinir fyri Christiani Andreasen, tá hann takkaði fyri seg.