Bjarni Benediktsson úr Sjálvstæðisflokkinum verður nýggjur foræstisráðharri í Íslandi.
Tað sigur hann sjálvur á tíðindafundi sambært íslendska kringvarpinum RUV.
Harvið verður tað hann, sum skal loysa av Katrina Jakobsdóttir, sum í síðstu viku boðaði frá, at hon leggur frá sær fyri at kunna fyrireika seg uppá at verða vald til forseta Íslands.
Forsetaval verður í Íslandi 1. juni.
Katrin Jakobsdóttir er úr flokkinum Vinstri Grønu. Hon hevur verið forsætisráðfrúa síðani 2017.
/ritzau/











