Á landsfundi hjá íslendska Sjálfstæðisflokkinum í dag varð formaðurin, Bjarni Benediktsson, afturvaldur. Hann fekk 55 prosent av teimum 1.323 atkvøðunum á landsfundinum. Mótvalevnið, Hanna Birna Kristjánsdóttir, fekk 45 prosent.
Tá úrslitið var komið, takkaði Bjarni Benediktsson fyri álitið. Hann segði seg vera vísan í, at kappingin um formansstarvið fer ikki at ávirka samstarvið millum seg og Honnu Birnu Kristjánsdóttir.
Hanna Birna Kristjánsdóttir segði aftan á uppteljingina í dag, at tað er framvegis tørvur á broytingum í leiðsluni hjá Sjálfstæðisflokkinum. Hinvegin ivaðist hon ikki í, at kappingin um formansstarvið hevur styrkt flokkin.