Bjarki vann fyrstu kappingina

Bjarki Gram vann innleiðandi umfarið í Guitar Hero. Heilt nógv vóru samlaði til fyrsta umfarið av FM í guitar Hero sum var hildið í PUB Manhattan hóskvøldið.

 

Hvørt umfar er skipað eftir kup-skipanini, har øll byrja á lættasta støði og so hvørt sum ein kemur víðari, verður støðið hækkað.

 

Í finaluni í fyrsta innleiðandi umfari møttust Nikkel Petersen og Bjarki Gram.

 

Finalusangurin var ?Raining Blood?. Nikkel megnaði at skora 77294 stig og Bjarki 95154.

 

Vinnarin av fyrsta umfari var sostatt Bjarki Gram, og vann hann ein Lykkelimo túr við 7 persónum.

 

Nikkel og Bjarki komu báðir víðari til endaliga finaluumfarið, sum verður í Miðlon 14. februar.

 

Næsta umfar verður í PUB Manhattan hóskvøldið 22. januar. Áhugaði, sum vilja luttaka, kunnu ringja á fart. 75 72 82