Bjarki megnar meiri enn AB

Eftir heimatapið ímóti B36 eigur AB framvegis til góða at vinna bæði stig og mál

Tað gongur ikki væl hjá AB. Í fýra teimum fyrstu umførunum eydnaðist tað ikki at skjóta mál og vinna stig. Fimta royndin var á heimavølli ímóti B36, og nú dysturin er liðugur, so er støðan tann sama. AB hevur einki stig, og AB hevur einki mál skorað.

 

-Vit eru ikki falnir í fátt. Tí vit hava í øllum dystunum spælt okkum til málmøguleikar, og tí rokna vit við, at tað fer at eydnast. Vónandi verður tað nú, tá ið vit í steypakappingini fara at spæla ímóti FC Suðuroy, sigur Tróndur J. á Høvdanum hjá AB, og hann heldur fram:

 

-Fyrra málið var eftir horna, og tað eigur ikki at koma fyri, staðfestir hann.

 

AB megnar ikki at skjóta mál, men tað megnar fyrrverandi AB spælarin Bjarki C. Nielsen. Hann flutti í 2021 úr AB og til B36. Tá ið hann í dag legði B36 á odda 1-0, var tað triðju ferð í ár, at hann var málskjútti. Hann skoraði eisini í 3-0 sigrinum ímóti Víkingi og 2-0 sigrinum ímóti B68.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Aron Knudsen, sum økti um munin til 2-0. Og aftur átti Bjarki C. Nielsen leiklut, tí tað var hann, sum átti uppleggið. Hetta var fyrsta ferðin, at Aron Knudsen var málskjútti, síðani hann í vetur flutti til B36.

 

-Vit høvdu tak á tí, og vit kundu havt skorað fleiri mál. Men vit eru nøgdir við sigurin, og nú gleða vit okkum til leygardagin at fáa vitjan av KÍ í steypakappingini, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.

 

 

 

AB – B36 0-2 (0-1)

 

0-1: Bjarki C. Nielsen

 

0-2: Aron Knudsen