Samskipað venjing hevur í dag verið í Nólsoyarfirði Venjingin byrjaði klokkan 10.15 í morgun, tá ið MRCC fekk boð frá politinum um, at fýra ferðafólk sum høvdu verið við Rituni, vóru saknaði.
Luttakararnir í venjingini vóru, MRCC/TR, Politiið, FRK, Brimil, Triton, Ziska og Lív.
Venjingin var liðug klokkan 12.25, tá ið allar dukkurnar vóru funnar og tiknar upp. Venjingin gekk væl og endaði sostatt fyri ásettu tíð, verður sagt í tíðindaskrivi frá MRCC støðini, sum heldur fram soleiðis:
Venjingin var m.a. hildin fyri at venja samskipanina millum Bjargingarfeløgini, FRK, Politiið og MRCC/TR og at kanna reki av persónum í Nólsoyarfirði.