Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum hjá Bjargingarfeløgunum, sær ferðavinnuna sum eina avbjóðing í sambandi við arbeiðið hjá teimum í bjargingarfeløgunum.
Tá Betri stuðulsgrunnurin í dag handaði bjargingarfeløgunum peningagávu á 1 millión krónur fyri stóra arbeiði hjá teimum, fekk Regin Jespersen orðið, tá hann tók ímóti kekkinum. Hann segði, at limirnir í bjargingarfeløgunum kring landið vilja halda fram við at gera teirra arbeiði, so gott sum teir eru mentir. Men hóast teir mennast hvørt ár, er ein avbjóðing - ferðavinnan, sum vindur alsamt meira uppá seg hvørt ár.
- Tey, sum taka sær av ferðavinnuni í dag, vilja bara hava meir og meir fólk inn uttan at seta nakrar treytir. Vit vita jú, at teir, sum eiga hagarnar, byrja at grenja eitt sindur - og tað skilji eg væl. Men tað virkar viðhvørt, sum ferðavinnustovnarnir siga “Gott er, vit hava bjargingarfeløgini, og fjallabjargararnir arbeiða ókeypis”. Tað hava vit so eisini gjørt, men máti skal vera við, tí tað skal heldur ikki misbrúkast. Teir, sum eru sjálvbodnir í dag, hava allir eitt arbeiði, sum teir mugu fara úr, hvørja ferð boð er eftir teimum, og tá missa onkrir av teimum pengar.
Regin Jespersen endaði takkarrøðuna við at takka enn einaferð fyri stóra stuðulin frá Betri Trygging.









