Bjargingarfólk bæði øtast og undrast

Bjargingarfólk øtast um, at okkara tilbúgving ikki er betri skipað, tí í roynd og veru er tað ongin, sum av álvara hevur fingurin á pulsinum

– Eg øtist yvir, at vit ongan yvirskipaðan stovn hava, sum hevur ábyrgdina av okkara tilbúgving.

 

Tað sigur Kartni Jacobsen, stjóri fyri sløkkiliðið í Havn.

 

Hann heldur, at vit eiga at hava ein sjálvstøðugan stovn í Føroyum, sum hevur eina yvirskipaða ábyrgd av okkara tilbúgving.

 

– Men tað hava vit ikki, og tí undrar tað okkum almikið, at ein stovnur sum Brunaumsjón Landsins, er niðurlagdur sum sjálvstøðugur stovnur, og er lagdur undir Vørn, sigur hann.

 

Hann sigur, at Brunaumsjón Landsins skuldi heldur verið skipað sum ein sjálvstøðugur stovnur.

 

– Ístaðin fyri at verið niðurlagdur skuldi hann verið mentur, so at hann kundi havt til arbeiðis til alla tíðina at eftirmeta og endurskoða okkara tilbúgving, og alt lóggávuverkið í hesum sambandi.

 

– Samstundis skuldi hann havt eftirlit við sløkkiliðunum kring landið við tí endamáli at tryggja, at øll viðurskifti vóru í rættlag. Og harafturat skuldi ein slíkur stovnur havt eftirlit við oljugoymslum, dynamitti, fýrverki, og øðrum í hesum sambandi.

 

Kartni Jacobsen sigur, at skilir sostatt slett ikki, at Brunaumsjón ístaðin er niðurlagað, og løgd undir ein annan stovn.

 

Hann vísir á, at i Danmark hava tey "Beredskabsstyrelsen", sum er ein ógvuliga týðandi stovnur.

 

– Bara ein so grundleggjandi spurningur um at tryggja, hvussu almenningurin verður kunnaður í vandastøðum, hava vit ongar greiðar mannagongdir fyri.

 

Aðrastaðni hava tey tað, tey kalla lúðurávaring, sum nú eru stórir hátalarar, men her hava vit einki.

 

Tað verður sagt, at Kringvarpið er ein tilbúgvingarstovnur, men spurningurin er, hvussu væl tað er skipað, heldur hann.

– Er talan um eitt eiturskýggj, fyri at nevna eitt dømi, er tað alneyðugt at vit fáa ávarað almenningin, leggur hann afturat.

 

Kortini heldur sløkkiliðsstjórin í Havn, at í eini bráðneyðugari støðu, sum teimum, ið vit hava havt nú á jólum, kann tað neyvan gerast betur. 

 

– Vit hava nógv og gott fólk at heita á og tey gera eitt stórt arbeiði. Men vit skulu kortini ikki gloyma, at í ein stóran mun er talan um sjálvboðið arbeiði og tí er tað í roynd og veru ongin trygd fyri, at tey eru til taks, næstu ferð, brúk er fyri tí, tí ongin kann krevja at sjálvboðin fólk altíð eru til taks.

 

Hann sigur, at tilbúgving er í trimum stigum. Á stigi eitt skulu fólk klára seg sjálvi, á stigi tvey kemur hjálpin úr nærumhvørvinum, ella kommununum, men á triðja stigi er tað landið, ið skal vera til reiðar við hjálp.

 

– Men hvør er tann hjálpin, landið kann útvega, spyr hann. Fyri okkum at síggja, er tað ein maður við eini mappu undir arminum, heldur hann turrisliga fyri.

 

Landið hevur okkurt heilt smávegis av útgerð at basa eini oljudálking, men tað er at kalla tað, tann almenna tilbúgvingin hevur til taks, sigur sløkkiliðsstjórin í Havn.