Bókaútgáva
Sum vera man eru flestar søgurnar av sjónum, tó at onkur bjargasøga er ímillum. Flestu frásagnirnar í bókini hava verið sagdar fyrr. Men seinasti parturin hevur ikki verið prentaður áður.
Ofta er tað so, at fólk, sum framt hava roysni, serliga har onnur eru bjargað úr vanda, siga lítið um tað fyri øðrum. Tó onkur er, sum hevur hug at siga frá. Viðhvørt í meira lagi, halda onnur, sum kanska hava verið við.
Eina slíka søgu fáa vit í bókini hjá Erlingi Poulsen um bjargingarbrøgd. Prestafrásøgnina um ferðina, tá hvalbingar á veg til Sands við presti settu upp á Dímun.
Í meira lagi av reypi og ikki øll søgugongdin eftirfarandi heldur, vil so onkur annar, sum við í ferðini var, vera við. Og so fáa vit heilt aðra útlegging av somu søgu frá manni, sum eisini var við á somu ferð, sum prestur. Áhugavert at síggja, hvussu ymisk uppfatanin kann vera av somu hending.
Bókin er sett upp í pørtum, har hvør frásøgnin líkasum ger ein part. Onkunstaðni eru frásagnirnar tó so mikið drúgvar, at tær eru býttar sundur í fleiri. Eitt nú tann um prestaferðina, har sagt verður frá í tveimum umførum av tveimum ymiskum persónum.
Í tí førinum virkar tað eitt sindur ørkymlandi, tá danska frágreiðing hjá presti verður lisin, at tað knappliga koma føroyskar viðmerkingar frá høvundanum sjálvum mitt í søguni.
Seinasti parturin er um, tá dekksbátar í Vági bjargaðu fleiri útróðrarbátum úr Porkeri, sum komu illa fyri á floti sunnanfyri. Ein hending, sum kundi, um illa vildi til, fingið ólukkuligar fylgjur fyri Porkeris bygd, sum hon valla hevði risið undan aftur. Hendan frágreiðingin, sigur høvundin, hevur ikki verið prentað fyrr.
Byrjanin av bókini eru frásagnir frá, tá Ernestina fór á land undir Íslandi og ymisk, sum síðan er hent í tí sambandi. Eitt nú um ferðina í Íslandi í fjør, tá avvarðandi vóru aftur á staðnum. Hesin partur fyllir umleið helvtina av bókini, og er eingin nýggjheit sum so, tí tilfarið er slíkt, sum hevur verið prentað áður. Sum fyri heilt stuttum í FF blaðnum, eins og ymiskt er kent aftur frá jólabløðum o.t.
Ein partur nevnist »Sorgardagur í Sumba«, sum tókti mær eitt sindur løgið, tá talan skuldi vera um bjargingarbrøgd. Her mundi einhvør vanlukka vera hend undir onkrari bjarging ella so. Men so var ikki, og endaði øll hendingin væl. So mikð løgnari tykist mær yvirskriftin, fyri ikki at siga beinleiðsi misvísandi. Tí frøi mundi vera í Sumba eftir tað roysnið, hesir sumbingarnir gjørdu í berginum hesa náttina, sagt er frá.
Bókin Bjargingarbrøgd er 128 blaðsíður við innihaldsyvirliti, keldulista og navnalista. Hon er í støðum eitt sindur tung at lesa, tykist mær, tí talan sær út til at vera um beinleiðis bandavskriving av samrøðum, gjørdar eru um hendingarnar, ið umrøddar eru. Tann við Ziska á Fløttinum er beinleiðis nevnd. Men frágreiðingin hjá sumbinginum, sum er orðarætt endurgivin, sum hann hevur sagt frá, tykist mær eisini sum ein slík, og hevur ov nógvar óneyðugar vendingar og endurtøkur við sær.
Men hon er sera áhugaverd soleiðis, at her fáa vit eina gjølliga lýsing av dialektini hesin maður hevur tosað, og sum er sera góð at eiga til seinni savn. Tí slíkt dettur burtur í hesum tíðum, nú alt verður so óhugnaliga harmoniserað, at ein ikki so frægt sum hoyrir,um maður er svíningur ella sumbingur.
Á permuni stendur, eitt stórt eittal, sum bendir á, at hendan bókin er tann fyrsta í eini røð, sum høvundin eisini sigur frá. So væntandi fer tann næsta at liggja á borðinum um somu tíð komandi ár.