Republikanararnir vilja ikki taka undir við ætlanini hjá George W. Bush, forseta um at bjarga amerikanska búskapinum Uppskotið hjá forsetanum er, at tað almenna skal brúka 700 milliardir dollarar til at hjálpa amerikanska fíggjarmarknaðinum aftur á beint.
Í gjárkvøldið ljóðaði, at republikanararnir og demokratarnir høvdu játtað at taka undir við ætlanini, men nú hava republikanararnir tikið stuðulin aftur.
Teir konservativu republikanararnir eru ímóti at lata fíggjarmarknaðinum 700 milliardir dollarar. Teir siga, at pengarnir fara ikki at bjarga marknaðinum kortini, og at so eru teir burturspiltir.
Í gjárkvøldið hitti Bush tey bæði forsetavalevnini, John McCain og Barrack Obama, men sambært tíðindastovunum kom lítið ítøkiligt burturúr.