Bjargaðu vilstum manni úr berginum

Tíðliga í morgun hava løgregla, MRCC og bjargingarliðið í Vágum havt úr at gera at leita eftir einu manni, sum varð vilstur.

Maðurin var farin í býin í gjárkvøldið, men var so blivin burtur.

Og klokkan næstan átta í morgun ringdi hann til løgregluna at biðja um hjálp.

Tað sermerkta við manninum var, at hann hevði ikki minstu hóming av, hvar hann varð staddur, men hann var illa fyri, bæði kaldur og vátur.

Tað einasta, hann visti, var, at hann var í einum bergi. Hann sá berg, fjøll og hav, men ongin ljós, so hann visti ikki hvar hann var.

Men hann helt, at hann var staddur í Hesti.

Løgreglan setti øll segl til og fann útav, at talan var um ein vágamann og tískil varð øll leiting í fyrstu syftu miðsavna um Vágar.

Tað var honum lukkan blíða, at hann hevði fartelefon hjá sær og fekk havt samband við løgregluna alla tíðina, annars heldur vakthavandi politistur, at tað hevði verðið ein galin endi.

MRCC varð fráboðað og tyrlan fór at leita.

Men tað var myrkt og tískil ringt at finna mannin og tvær ferðir setti tyrlan seg í fjøllunum og manningin fór út at leita, men til fánýtis.

Maðurin greiddi løgregluni frá í telefonini, at hann hoyrdi tyrluna og einaferð kundi hann greiða frá, at hann sá tyrluna beint omanfyri seg.

Sostatt fann manning frá Vága Bjargingarfelag mannin har hann var staddur í berginum í Klovningi og fingu hjálpt honum til tyrluna.

Hann var gliðin av gøtuni og omaneftir men var tíbetur ikki farin útav.

Tyrlan fekk mannin umborð og fyri einum hálva tíma síðani lendi hon á Landssjúkrahúsinum við manninum.

Hann var vátur og kaldur, men løgreglan ivast ikki í, at hevði hann onga fartelefon við løddum battaríið, so at tey fingu havt samband við hann alla tíðina, hevði endin ikki verðið so góður.