Ólavur Groth var tungur í huga, tá ið hann fríggjadagin seinnaprtin møtti at geva sína sjófrágreiðing um tilburðin, tá ið bátur hansara M/S Annika sakk millum Kanariuoyggjarnar 21. mars.
Báturin hevði ligið fyri veturin í býnum San Sebastian á oynni La Gomera. Fólk var alla tíðina umborð, og báturin hevði ikki likið nakað av týdningi.
Fyrrapartin 21. mars kom Marius Johannesen, vinmaður Ólav Groth við flogfari til Tenerifa, og Ólavur Groth fór at taka ímóti honum. Teir fóru síðan við ferjuni til San Sebastian og umborð á Anniku, sum teir skuldu sigla til havnabýin La Stinga á oynni El Hierro. Har skuldi báturin takast upp til eftirlit. Hann hevði avtalu við eina skipasmiðju um hetta.
Marius Johannesen skuldi hjálpa Ólavi Groth við arbeiðinum, sum teir vænntaðu fór at taka eina viku.
Teir báðir fóru úr San Sebastian um fimm tíðina sama dag, og báðir søgdu tað sama í rættinum, at teir sigldu spakuliga, tí teir skuldu ikki vera frammi fyrr enn um morgunin.
Tey bæði árini, sum Ólavur Groth átti Anniku, legði hann stórt arbeiði í at umvæla bátin, men hann fekk eisini góða hjálp frá øðrum fólki í Føroyum. Báturin lá við Ljósá, og í fjør sigldu teir báðir bátin til Vestmanna, har báturin fekk neyðugu umvælingarnar. Tá ið hann fór haðani, riggaði alt, sum tað skuldi.
Annika fór so við fýra dreingjum avstað. Fyrst til Danmarkar, yvir gjøgnum Kielerveitina, niður til Spania og til Kanariuoyggjarnar. Seint í august komu teir til San Sebastian, og har lá báturin so fyri veturin. Dreingirnir fóru heimaftur.
Gott veður
Aftur til dagin, tá ið Annika sakk.
? Vindurin var umleið 10 metur um sekundið, landnyrðingur, og tað skuldu verið góð siglingarlikindi, greiddi Ólavur Groth frá.
? 55 fjórðingar vóru at sigla.
Best sum teir sigldi, steðgaði motorurin. Tá høvdu teir bara siglt umleið 16 míl.
Ólavur Grotn og Marius Johannesen fóru beinanvegin niður undir at kanna, hvat galið var, og tá sóu teir, at nógvur sjógvur var í salongini og tað sama í maskinrúminum. Alarmurin í kjølinum, sum riggaði væl, tá ið báturin varð á skipasmiðjuni í Vestmanna, hevði ikki givið nøkur boð frá sær.
Sjógvurin stóð um hálvt borðið, út við 40 cm upp frá dúrkinum.
Ein brandpumpa var á dekkinum framman fyri ruffið. Hana startaði Ólavur Groth, meðan Marius Johannesen fór at rigga slanguna til, og slanguna fingu teir niður undir gjøgnum skeilettið.
Fyriespentur
Tað stóð nógv á Ólavi Groth, tá ið hann skuldi greiða frá hendingini og minna seg aftur á tann syrgiliga dagin, tá ið hann misti skip sítt. Hann noyddist at taka ein langan steðg, áðrenn hann megnaði at greiða víðari frá.
Annika hevði ein gummibát, og Marius Johannesen fór og hálaði gummibátin upp á síðuna av skipinum.
Umborð var eisini ein honddrivin dekspumpa, men teir sóu skjótt, at sjógvurin vaks so skjótt, at pumpurnar gjørdu ongan mun.
? Eg bað tí hann fara í bátin, og eg fór upp í stýrhúsið at senda út neyððarkall, segði Ólavur Groth.
Makkarin rópti á hann, men hann svaraði ikki aftur. Beint aftaná rópti Marius Johannesen harðliga eina ferð enn, og tá fór Ólavur Groth út.
? Tá var so nógvur sjógvur, at vatnið stóð um tjúkkan á mær á dekkinum, segði Ólavur Groth, sum tá avgjørdi at leypa niður í bátin, sum Marius Johannesen hevði sett í gongd, og teir skundaðu sær at sigla burturfrá.
? Tá var myrkt, men Ólavur Groth, sum var rímiliga staðkendur, helt seg vita, at ljósini, sum teir sóu vóru frá býnum Santiago á Tenerifa, og teir stevnu móti býnum.
? Bæði Ólavur Groth og Marius Johannesen søgdu, at tað var í evstu løtu, at teir fóru av skipinum. Beint eftir, at Ólavur Groth var lopin í gummibátin, sakk Annika.
Tað var stjørnuklárur himmal, men av tí at tað var vorðið myrkt, sóu teir bara ljósini av bjargingarbátunum, sum flotnaðu upp.
Teir sigldu styttstu leið móti landi, og tá ið teir høvdu siglt hálvan tíma, ringdi fyrst MRCC í Føroyum á føroysku telefonina hjá skiparanum, og løtu seinni ringdi spanska bjargingartænastan á hansara sponsku telefon.
Vátur og kaldur
Nakað eftir, tá ið teir vóru komnir heilt nær landi, kom ein bjargingarbátur og tók teir upp.
Teir komu inn í Santiago, har næði løgregla og sjúkrabilur stóðu fyri teimum. Ólavur Groth var tá bæði kaldur og vátur, og hann sat einar 20 minuttir inni í sjúkrabilinum og fekk hjálp. Aftaná vórðu teir í politibili fluttir á eitt hotell, har teir gistu ta náttina.
Morgunin eftir fór Ólavur Groth beinanvegin til verka. Hann ringdi til Tryggingarfelagið Føroyar og boðaði frá, hvat hent var. Hann tosaði við Skipaeftirlitið og við donsku sendistovuna á Tenerifa, sum segði honum, at sjófrágreiðing skuldi gevast í landinum, har báturin var heimahoyrandi. Annars vóru teir leysir av Spania.
Hvørki annar ella hin hevði varnast nakað øðrvísi við skipinum, áðrenn motorurin steðgaði. Teir høvdu heldur ikki varnast, at teir høvdu siglt á nakað. Teir høvdu heldur ongan tanka um, hví skipið knappliga fór at leka so illa.
Dómarin spurdi varisliga Ólav Groth, um teir høvdu drukkið, áðrenn teir løgdu frá landi. Hon fekk greitt svar:
Skiparin hevur ikki drukkið í 25 ár, og hin í níggju ár. Báðir eru sostatt avhaldsmenn.
Rættarfundurin við sjófrágreiðingin vardi hálvan annan tíma.
Nú verður so frágreiðing skrivað frá sjófrágreiðingingini.
Umboð fyri Tryggingarfelagið og umboð fyri Skipaeftirlitið vóru og lýddu á frágreiðingina.
randi@sosialurin.fo