Bjargaðu 231 innflytarum úr søkkandi skipi

Tað eydnaðist í dag bjargingarfólki at bjarga 231 innflytarum úr einum søkkandi skipi nærhendis italsku miðjarðarhavsoynni Lampedusa.

Italsku myndugleikarnir siga, at fólkini umborð á skipinum komu í trupulleikar, tí tað var rættiliga ringur sjógvur har á leiðini, og báturin var illa farin, tá bjargingarliðini komu til hansara.

Øll tey 231 fólkini, sum vóru umborð á tí 15 metrar langa skipinum, eru eftir øllum at døma úr Afrika.