Lokalfeløgini hjá Tjóðveldi gera vart við seg, nú tað er vandi fyri, at eitt verkfall á almenna arbeiðsmarknaðinum fer at skerja samferðsluna millum útjaðaran og meginøkið.
Bæði lokalfelagið í Suðuroy og í Sandoynni hava sent áheitanir um at lata strandferðsluna verða undantikna, um verkfall verður. Suðuroyar Tjóðveldisfelag heitir beinleiðis á tingmanning floksins um at syrgja fyri, at Smyril ikki verður lagdur, um verkfall verður.
Sandoyar Tjóðveldisfelag vendir sínari áheitan meiri til fakfeløgini um at lata strandfaraskipini sigla undir einum møguligum verkfalli.
Men formaður Tjóðveldis er púra avgjørdur, kemur eitt uppskot um at lata strandfaraskipini verða undantikin einum møguligum verkfalli.
- Vit fara ikki at blanda okkum politiskt upp í eitt verkfall. Vit skilja sjálvandi støðuna í øutjaðaranum, sum verður dupult raktur, men tá tað verður heitt á Tjóðveldi um at syrgja fyri, at strandfaraskipini sigla undir einum verkfalli, so er adressan púra skeiv, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at um landsstýrið hevði havt ynskir um at undantaka strandfaraskipini einum verkfalli, so skuldu teir havt syrgt fyri hesum umvegis samráðingar í »friðartíð«.
Einki trýst
Formaðurin í Tjóðveldi heldur, at tað er at gera seg beinleiðis inn á samráðingarrættin hjá fakfeløgunum, um politiski myndugleikin við lóg áleggur manningini á strandfaraskipunum at sigla, hóast fakfelag teirra er í verkfalli.
- Vit syrgdu í sínari tíð fyri, at skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni blivu undantikin verkfalli, og tað var gjørt við samráðingum. Johan Dahl hevur sitið í trý ár við ábyrgd fyri Strandferðsluni uttan at rørt ein fingur, og at koma nú, klokkan fimm minuttir í tólv, at kroysta eina avgerð niður yvir fakfeløgini – tað verða vit ikki við til, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur tó, at flokkurin tekur fult undir við at fáa greiði á hesum málinum, tí hann dugir væl at síggja, at tað er órímiligt, at útjaðarin verður dupult raktur av einum verkfalli, men hetta skal sum sagt gerast við samráðingum og ikki við lógarásetan.
- Tað rínir ikki við, um áheitanir koma úr einum øki ella øðrum. Vit fara ikki at taka undir við lógarásettum undantaki frá einum verkfalli. Vit skilja væl, at tað rakar dupult, og at tað kann tykjast órættvíst, men hetta er nakað, sum skal greiðast millum sáttmálasamráðingar, sigur Høgni Hoydal.
Tað stendur sostatt greitt, at hvørki tjóðveldisfelagið í Suðuroy ella í Sandoy skulu vænta hjálp frá flokkinum í einum møguligum verkfalli.