Bjargaði yngsta soninum frá deyðanum

Ólav Hansen úr Sørvági kann í hesum døgum av røttum kalla seg hetja. Tíðliga leygarmorgunin vakti hann í evstu stund húsfólkini í grannahúsunum, tá hann brádliga varnaðist nógvan royk.

Um sjeytíðina leygarmorgunin varnaðist Ólav Hansen úr Sørvági nógvan royk í grannahúsunum. Hann fór í skundi oman í grannahúsið og vakti húsfólkini.
Talan var um eini hús á Varðagøtu, har trý vaksin fólk lógu og svóvu, tá eldurin kyknaði við komfýrin. Tíbetur var eimhettan tendrað, og so nógvur roykur var sogin út gjøgnum ventilin á húsunum, at Ólav Hansen varnaðist eldin. Síðan fekk hann vakt húsfólkini, áðrenn eldurin náddi at breiða seg um alt húsið:
- Eg var tíðliga uppi leygarmorgunin  um klokkan 6.45. Eg hugdi av tilvild út gjøgnum vindeygað og sá brádliga nógvan svartan royk í grannahúsunum við síðuna av hjá okkum, sigur Ólav Hansen og skoytir uppí, at tað sá sera álvarsamt út:
- Eg hevði als ikki stundir til at gerast fjálturstungin. Eg hugsaði bara um at fáa øll húsfólkini út úr húsunum sum skjótast. Eg lat meg alt fyri eitt í klæðir og fór í skundi oman til húsini. Eg hugdi inn gjøgnum vindeygað, men har sá eg als einki fyri nógva, tjúkka og svarta roykinum.
Ólav tók síðan í úthurðina, men har var læst. Tískil fór hann við miklari ferð eftir smágróti og kastaði alt, hann var mentur á kamarsvindeygað hjá eldra soninum. Men eingin vaknaði. Eftir hetta bankaði hann enn eina ferð á úthurðina  hesaferð harðari og harðari:
- Eftir eina lítla løtu vaknaðu tíbetur mamman og teir báðir elstu synirnir í húsunum og komu straks og lótu upp. Vit fóru alt fyri eitt inn í køkin, har yngsti sonurin lá á gólvinum. Alt var svart av roykinum og trupult var at koma inn, men tann elsti sonurin fór beinanvegin krúpandi inn eftir gólvinum, har yngsti sonurin lá næstan uttan vit. Vit fóru síðan út í túnið og løgdu yngsta dreingin á garðin. Eftir eina løtu byrjaði hann tíbetur spakuliga at røra seg og at hosta illa, greiðir Ólav Hansen frá og leggur afturat, at hann var heppin at koma til húsini áðrenn tað endaði heilt galið:
- Tann yngsti sonurin hevði ikki livað leingi afturat, um vit ikki vóru komin inn í køkin júst tá.
Í somu løtu vórðu løgreglan og sløkkiliðið í Sørvági somuleiðis boðsend, men tá tey komu á staðið, høvdu fólk longu fingið tamarhald á eldin, so óneyðugt var at taka sløkkiútgerðina í nýtslu. Men sløkkiliðið fór hóast inn í húsini og kannaði alt gjølla. Yngsti drongurin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið, har hann varð kannaður í eitt samdøgur. Eftir umstøðunum hevur drongurin tað gott og er komin heim aftur til Sørvágs:
- Vit eru ótrúliga takksom fyri hjálpina frá Ólavi. Uttan hann hevði beiggi mín helst ikki verið á lívi í dag. Vit hava tað øll gott eftir umstøðunum. Og hava fingið sera góðan stuðul frá øllum í bygdini. Húsini hava fingið stóran skaða av eldinum  serliga køkurin. Har noyðist rætt og slætt alt at skiftast út, sigur elsti beiggin, Ludvík Jørgensen.
Í húsunum vóru roykvarnarir, men teir fóru ikki frá, fyrr enn køkshurðin varð latin upp:
- Vit hava ikki samantvinnaðar roykvarnarar í húsunum, men tað fara vit í øllum førum at fáa okkum alt fyri eitt. Hetta áttu øll húsarhald avgjørt at fingið sær, staðfestir Ludvík Jørgensen at enda.