Bjørt noktar at gera báðar undirsjóvartunlarnar ísenn

Tað einasta, sum liggur rimmarfast, er at Bjørt Samuelsen góðtekur ikki, at tað almenna fer at gera tveir undirsjóvartunlar ísenn. Men alt annað er hon sinnað at tosa um

- Tað kemur ikki upp á tal, at tað almenna fer at gera undirsjóvartunnil í Eysturoy og undirsjóvartunnil í Sandoynna í senn.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum eftir drúgva samgongufundin í Tinganesi í gjár.

Hon sigur, at tað hevði oyðilagt okkara kredittvirði og altso okkara fíggjarliga trúvirði, at farið undir tvær so stórar ætlanir ísenn og tað hevði eisini verið at átikið sær ein alt ov stóran vága.

- Tí er hetta tað einasta, sum liggur rimmarfast, so tann møguleikin er útihýstir, staðfestir hon.

- Tað er tað einasta, eg kann veita fulla vissu fyri, endurtekur hon fyri at skera tað út í papp, at hesin møguleikin er útihýstur.

Men tað merkir so eisini, at hon er til reiðar at tosa um allar aðrar møguleikar.

- Arbeiðssetningurin hjá mær hevur verið at finna útav, hvussu tað ber til at fíggja hesar báðar stóru verkætlanir uttan at tær ávirka møguleikan at gera íløgur í skúlar, mentan, gransking og heilsuverk, sigur Bjørt Samuelsen.


Tveir tunlar fyri ein

Hennara upplegg til samgonguna er, at báðir undirsjóvartunlarnir skulu leggjast í eina felags verkætlan.

Samstundis skulu 50 milliónir krónur setast av á fíggjarlógini um árið í 10 ár.

Talan er sostatt um 500 milliónir tey næstu 10 árini

Men Bjørt Samuelsen sigur, at tað er nóg mikið til at fíggja báðar undirsjóvartunlarnar og tilhoyrandi vegir fyri tilsamans 1850 milliónir.

- Samstundis gevur tað okkum ráð til at gera aðrar átrokandi íløgur í útbúgving, gransking, mentan, heilsu- og almannaverk.

Bjørt Samuelsen sigur, at yvirhøvur er semja í landsstýrinum, at tað almenna skal gera báðar tunlarnir og at landið sostatt skal yvirtaka Eysturoyartunnilin frá teimum privatu, sum tóku stig til hann.

- Tað er grundstøðið, sum vit arbeiða víðari útfrá, men ber onki annað til, vil eg ikki heilt og fullkomiliga útihýsa møguleikanum at Eysturoyartunnilin verður privatur, so at báðir tunlarnir kunnu gerast ísenn.

Í hesum sambandi, skjýtir landsstýriskvinnan upp, at Eysturoyartunnilin verður gjørdur fyrst og at farið verður undir Sandoyartunnilin aftaná.

Hon skilir væl grundgevingina um, at tað er rættast at byggja tunnil fyrst til eitt øki, har einki fast samband er.

- Tá vit kortini mæla til at gera Eysturoyartunnilin fyrst, er tað tí at, sum støðan er nú, er tað sera tórført at fíggja Sandoyartunnilin.

- Hinvegin er Eysturoyartunnilin ein íløga, ið ber seg sera væl og verður hann gjørdur fyrst, hava vit inntøkurnar frá hesum tunli at fíggja Sandoyartunnilin við, sigur hon.

Hon sigur, at skal Sandoyartunnilin fíggjast á fíggjarlógini, krevur tað, at 175 milliónir krónur verða settar av árliga í 4 ár.

- Hetta verður ikki mett gjørligt, tí tað fer at forða fyri øðrum átrokandi íløgum.

Hon sigur, at inntøkurnar frá Sandoyartunnlinum verða so lágar, at tær neyvan røkka til rakstur og enn minni til rentur og avdrøg.

- Skal Sandoyartunnilin fíggjast upp á 10 ár, mugu í minsta lagi 80 milliónir setast av á fíggjarlógini um árið , og restin fíggjast við láni og hetta fer at gera Sandoyartunnilin munandi dýrari enn um báðir tunlarnir verða gjørdir í felags verkætlan.

- Við hesari loysnini koma eysturoyingar ikki at gjalda meira, enn teir annars høvdu gjørt. Munurin er bara at tey, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, koma at gjalda til samfelagsíløgur í staðin fyri til eitt privat felag, sigur landsstýriskvinnan.

Les eisini greinina: Páll og Gerhard sovið væl í nátt.