Tað vísir spurnarumfar, sum Sosialurin hevur gjørt ímillum politikarar. Sosialurin hevur spurt ting- og landsstýrisfólk, hvussu tey hita upp bústað sín og bil.
Bjørt Samuelsen hevur jarðhitaskipan at hita sær bústaðin og koyrir við el-bili.
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, hevur eisini jarðhitaskipan heima við hús.
Bárður Nielsen, løgmaður, og Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hava hitapumpuskipan at hita bústaðin við, sonevnda »luft til vatn« skipan.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, býr í Hoyvíkshaganum, og skal tí vera knýttur í fjarhitaskipanina hjá Tórshavnar kommunu og SEV.
Johan Dahl og Ingilín Strøm koyra í el-bili.
Men sum uppgerðin vísir, so nýta allarflestu politikarar annars »svarta orku«, tað vil siga hita bústaðin við olju og hava bil við brennievnismotori, diesel ella bensin.
Politikararnir, sum hava valt sær »grønar« orkuloysnir privat eru hesi:
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna
Bústaður: Jarðhiti
Bilur: El-bil
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður
Bústaður: Jarðhita
Bilur: Bensin/diesel
Bárður Nielsen, løgmaður
Bústaður: hitapumpa
Bilur: bensin/diesel
Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Bústaður: Hitapumpa
Bilur: Bensin/diesel
Aksel V. johannesen, løgtingsmaður
Bústaður: Fjarhiti
Bilur: Bensin/diesel
Johan Dahl, løgtingsmaður
Bústaður: Olja
Bilur: El-bil
Ingilín Strøm, løgtingskvinna
Bústaður: Olja
Bilur: El-bil
Politikararnir eru bara spurdir, hvussu tey hita bústaðin og hvørja orkukeldu bilurin hevur. Tey eru ikki spurd, hvussu nógv tey koyra bil, hvussu nógv tey koyra í bussi ella hvussu nógv tey ganga.