Ósemjan í Sambandsflokkinum hevur nú ført til, at Bjørn Kalsø fer at umhugsa støðu sína í flokkinum.
Tað er ein sannroynd, at leiðslan og ein minniluti í Sambandsflokkinum hevur hálað ein annan veg ein ein meiriluti av tingmanningini, bæði í makrelmálinum og aftur nú í málinum um skerjan av fiskidøgum.
Tað hevur fingið øði í Norðoya Sambandsfelag og altíð siðiligi Bjørn Kalsø fór so langt í útvarpinum í gjárkvøldið sum at siga, at hann umhugsar støðu sína eftir seinastu hendingarnar.
Norðoya Sambandsfelag hevur boðað frá, at tað stuðlar Bjørn Kalsø fult og heilt, og fundur verður fyrsta dagin í felagnum um støðuna. Norðoya Sambandsfelag góðtekur sum skilst ikki, at partar av flokkinum ganga ímóti ynskjunum hjá fiskimonnum og skerja fiskidagarnar hjá útróðrarmonnum við heili 20 prosentum.
Klaksvík er sum kunnugt fiskivinnuhøvuðsstaður í landinum, og tí rakar skerjingin í fiskidøgum serliga hart í Norðoyggjum.
Sambært Norðlýsinum fer Norðoya Sambandsfelag at viðgera málið ein av fyrstu døgunum.










