Bjørn takkaði fyri stórt álit

- Eg eri ómetaliga eyðmjúkur, men eisini stoltur av, at setanarbólkurin peikaði á meg til hetta tignarliga starv sum landbúnaðarstjóri, sigur Bjørn Patursson Hin 1. februar í ár tók Bjørn Patursson við sum nýggjur stjóri á samanlagda stovninum Frammi í Dali í Kollafirði. Nýggi stovnurin er ein samanlegging av fyrrverandi Búnaðarstovuni og Royndarstøðini.

Stjóri á Búnaðarstovuni hevur verið Ari Johanneson, sum er farin í annað starv, og stjóri á Royndarstøðini heilt síðan 1985 hevur verið Peder T. Haahr. Peder verður knýttur at stovninum, til hann í summar fer frá vegna aldur.

Í sambandi við stjóraskifti á Búnaðarstovuni, varð skipað fyri móttøku á stovninum fríggjadagin, og her nýttu eini 160 fólk høvi at hitta nýggja stjóran og hansara starvsfólk.

Við móttøkuna var ymiskt gott at eta, og har var eisini okkurt leskandi, sum vanligt er til slíkar móttøkur.

Heilsanir vórðu bornar fram og millum tey, sum søgdu nøkur orð, vóru eitt nú fráfarni stjórin, Ari Jóhanneson, nýggi stjórin, Bjørn Patursson og landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard.

Nýggi búnaðarstjórin hevur á ymiskan hátt starvast innan føroyskan landbúnað síðan 1984. Hann er best kendur sum formaður í Bóndafelagnum gjøgnum mong ár, eins og hann hevur verið festari í Koltri seinastu 15 árini.

- Eg hevði slett ikki væntað, at eg fór at fáa starvið, tí eg havi onga akademikaraútbúgving, sigur Bjørn við Portalin.

Hann er ovfarin og sera takksamur fyri tað álit, sum honum er víst, nú hann er vorðin búnaðarstjóri í Føroyum.

- Eg eri ómetaliga eyðmjúkur, men eisini stoltur av, at setanarbólkurin peikaði á meg til hetta tignarliga starv, sigur Bjørn Patursson.