Bjørn Patursson: - Eg gjørdist sjúkur av strongd

- Tað keðiligasta, sum hendi mær í 2017, var, at eg gjørdist sjúkur av strongd. Tað ynski eg ikki fyri nakran, sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri.

Hvar og hvussu heldur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, nýggjár?

 

- Eg haldi, sum vant nýggjár her í Koltri. Vit hava á hvørjum ári vitjan av familju og vinum um jólini og á nýggjárinum. Men, í ár vóru vit bæði fyri fyrstu ferð einsamøll um jólini. Vit halda nýggjárið á friðarligan hátt, eitt nú við at ganga túrar í náttúruni, hugna okkum við góðum mati og drekka afturvið.

 

Bjørn Patursson sigur, at eins og onnur, plaga tey í Koltri eisini at brenna bál og seta livandi ljós í vindeyguni kring um í húsunum á nýggjárinum.

 

- Tað hendir, at onkur rakett verður skotin, men fyri tað mesta njóta vit bara friðarliga dámin um kring midnátt og inn í nýggja árið, tá vit ynskja hvør øðrum gleðiligt nýggjár.

 

Keypir tú fýrverk, og dámar tær at skjóta fýrverk?

 

- Nei, helst ikki, og í ár havi eg einki keypt. Nú, eg eri blivin eldri og klókari, dugi eg ikki at síggja nakað sum helst skilagott í at skjóta fýrverk. Harnæst er tað av trygdarávum sera trupult at transportera fýrverk við tyrluni, sigur Bjørn Patursson.

 

Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2017?

 

- Størsta hendingin fyri meg í 2017 var, at eg gjørdist sjúkur av strongd, og størsta hendingin var eisini, at eg kom skjótt fyri meg aftur. Í dag kann eg gleðast um, at eg eri frískur sum fuglurin.

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2017?

 

- Tað keðiligasta, sum hendi mær í 2017, var, sum nevnt, at eg gjørdist sjúkur av strongd. Tað ynski eg ikki fyri nakran at uppliva, sigur Bjørn Patursson.

 

Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2018?

 

- Eg gleðist nú um, at eg eri frískur. Havi sett mær fyri at merkja eftir, hvussu eg havi tað og at geva heilsuni betri ans. Fari at royna at seta sjóneykuna á tað positiva í lívinum og fegnast um, at heilsan er góð.

 

Og seinastu orðini úr Koltri í dag - nýggjársaftan - eru hesi: Gleðiligt nýggjár, øll somul!