Bjørn og Mortan fyribils stjórar

Nevndin í Betri banka hevur nú sett Bjørn Mortensen í starv sum fyribilsstjóra í Betri banka, meðan nevndin í Betri P/F hevur sett Mortan Poulsen í starv sum fyribilsstjóra í Betri P/F.

 

Bjørn Mortensen er dani, 49 ára gamal og hevur síðani apríl sitið í nevndini fyri Betri banka. Frá 2006 til 2016 var hann stjóri í Nykredit Bank.

 

Mortan Poulsen hevur drúgvar royndir sum stjóri. Hann er í dag stápsleiðari í Betri P/F og næstformaður í nevndini fyri Betri Pensjón P/F.

 

Annars er tilgongdin at seta nýggjar stjórar farin í gongd. Fyribilsstjórarnir taka við starvinum í dag.