Bjørn Lomborg á vitjan í Føroyum

TíÐindaskriv frá Vinnumálaráðnum

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, hevur bjóðað navnframa Bjørn Lomborg til Føroya í sambandi við, at arbeitt verður við at orða yvirskip-aðan orkupolitikk fyri Føroyar. Fríggjadagin tann 20. august 2004 kl. 14 fer Bjørn Lomborg at halda fyrilestur í Norðurlanda-húsinum um orku- og umhvørvisspurningar. Eitt panel við fýra føroyskum luttakarum umboðandi áhugamál innan umhvørvi, orku, samfelags- og búskaparfrøði fer at seta Bjørn Lomborg kvalifiseraðar spurningar eftir fyrilesturin, sum verður ókeypis og opin fyri almenning-inum.
Bjørn Lomborg varð borin í heim í 1965. Hann er útbúgvin cand.scient.pol og phd, og arbeiddi frá 1994 sum adjunktur og seinni sum lektari við Århus Universitet. Í 1997 setti hann ein lesiring at aft-urvísa uppáhaldið hjá einum amerikanskum búskaparfrøðingi, sum meinti, at støðan hjá jørðini var batna og betur, enn fólk hildu. Úrslitið av arbeiðinum var ikki tað, sum Lomborg hevði væntað, við tað at flestu uppáhaldini vístu seg at vera røtt.
Bjørn Lomborg bleiv kendur í Danmark í byrjan-ini av 1998, tá hann í dag-blaðnum Politikken skrivaði fýra langar greinar um standin hjá umhvørvinum á jørðini. Í hesum greinum royndi Lomborg at afturvísa nøkur av uppáhald-un-um ella mytunum um vánaligu støðuna hjá umhvørv-inum. Nógv vreiði stóðst av hesum, og vóru o.u. 400 greinar skrivaðar sum aftursvar uppá meiningarnar hjá Lomborg.
Grundað á greinarøð sína útgav Lomborg í 1998 bókina "Verdens sande tilstand", sum í 2001 varð útgivin á enskum við heitinum "The Skeptical Environmentalist" í eini mun-andi víðkaðari og dagførd-ari útgávu. Bókin er umsett til svenskt, íslendskt, týskt, spanskt, franskt, portugisiskt, italienskt, kore-anskt og japanskt.
Í útlondum er Lomborg vorðin víðagitin. Í 2001 varð hann valdur sum "Global leader of tomorrow" av World Economic Forum. Í 2002 varð hann nevndur ein av "50 stars of Europe" í Business Week. Fyri kort-um var Lomborg - sum ein-asti danin - við í yvirlit-in-um hjá Time Magazine yvir 100 teir týdningarmiklastu persónarnar í heiminum undir bólkinum "Scientists & Thinkers".
Tá Institut for Miljøvur-dering bleiv stovnað í febr-uar 2002, varð Lomborg settur sum stjóri á institutt-inum - við farloyvi frá Århus Universitet. Fyri einum mánaða síðani boðaði Lomborg frá, at tá farloyvi hansara er úti 1. august í ár, fer hann aftur til gamla starv sítt sum lektari í samfelagsfrøði við Århus Universitet.
Eitt av avrikunum hjá Lomborg sum stjóri fyri Institutt for Miljøvurdering var at skipa fyri Copenhag-en Consensus, ein ráð-stevna, har 8 av teimum leiðandi búskaparfrøðing-unum í heiminum vóru savnaðir fyri at meta um, hvussu vesturheimurin átti at raðfest verandi fíggjarorku í sambandi við royndirnar at betra um trupulleik-arnar/neyðina í heiminum. Lomborg fer framhaldandi at verða knýttur at insti-tuttinum sum ráðgevi við tí fyri eyga at luttaka í upp-fylgjanini av Copenhagen Consensus, umframt at fyrireika eina møguliga nýggja ráðstevnu í 2008.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Bjarna Djurholm, lands-stýrismann, á tlf. 356060 ella 315940.