Fiskatilfeingi
- Vit fara ikki at geva innflutningsloyvi til fleiri skip at fiska háv.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.
Hann fer tí ikki at ganga ynskinum frá Egil Olsen á møti í aðrari grein her á síðuni, har hann mælir politikarunum til at bera so í bandi, at tað hávurin verður gagnnýttur meiri.
Bjørn Kalsø sigur, at tað er onki, sum forðar fyri, at hávurin verður troyttur.
- Línuskipini, sum eru í flotanum, kunnu fiska háv. At tey so at kalla ikki troyta hendan møguleikan er ein annar spurningur, men tað má uttan iva vera tí at tað ikki loysir seg, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Hann staðfestir tí, at innflutningsloyvi verða ikki givin til fleiri skip, sum skulu fiska háv burturav, hóast umsóknir eru um tað.
- Tað verður ofta funnist at politiska myndugleikanum fyri at veiðitrýstið er ov stórt . Tì fara vit ikki at geva innflutningsloyvi til fleiri skip at fiska háv burturav, tí tá er altíð vandi fyri at koma undir trýst seinni at geva hesum skipum kvotur av botnfiski afturat, skuldi tað víst seg, at hávafiskurin ikki gekk sum ætlað.
- Tað kann í síðsta enda føra við sær, at hóast vit geva innflutningsloyvi til eitt skip at fiska háv burturav, kann tað enda við, at hetta sama skipið ikki verður ørðvísi enn eitt vanligt línuskip og so er veiðiorkan vaksin enn meir.
Og tær dyrnar vilja hann ikki gloppa
- Tí hava vit heldur lagt upp til, at tey skip, sum longu eru í flotanum, kunnu royna eftir hávi ávísar tíðir. Vit hava enntá gjørt eina kunngerð, sum sigur, at skip kunnu fáa fiskidagar afturfyri at royna eftir hávi og avreiða livrina.
Men hendan møguleikan hevur ongin bátur roynt enn.
Tí er tað ikki rætt, at vit forða fyri, at fiskiskapur kann taka seg upp eftir hávi.
- Vit geva ikki bara innflutningsloyvi til fleiri skip, tí vit hava nóg mikið av skipum, sum er. Bjørn Kalsø leggur afurat, at á hesum øki er neyðugt at verða støðufastur, tí flotin er nóg stórur sum er.
Annars sigur hann, at hann heldur at tað er skeivt at áleggja skipum og bátum at taka livur.
- Nú hava vit roynt at eggja teimum til at taka livur við at geva teimum eykafiskidagar afturfyri.
Hann sigur, at enn er so stutt fráliðið, at hann veit ikki um tað ber til at fella endaligan dóm yvir tað skipanina.
Men tað er rætt, at tað vísir seg, at teir bátar, sum hava nokk av døgum, eru trekari at taka livur.
Men vísir tað seg í longdini, at skipini ikki taka livur og stór virði fara fyri skeyti, vísir hann ikki tankanum frá sær beinleiðis at áleggja skipunum at taka livrina, men tað verður ikki við tað fyrsta.
- Besta motivatiónin er kortini at lata so góðan prís, at tað loysir seg at taka livur. Og nú vilja vit royna hesa skipanina í verki fyrst, áðrenn vit taka onnur stig, sigur Bjørn Kalsø