Eftir tað, ein hevur lisið um málið viðvíkjandi setani av skúlastjóranum á Vinnuháskúlanum, so er landsstýrismaðurin í Mentamálum farin út um alt mark. Ein samd nevnd innstillar ein persón, men alíkavæl vil Bjørn Kalsø ikki seta hann.
Í setanarpolitikkinum hjá landinum skal valsaktans tann best skikkaði setast, men tað vil Bjørn ikki, og vil tað við ørðum orðum siga, at hann røkir ikki skyldur sínar sum landsstýrismaður í mentamálum.
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur bert eitt at gera, og tað er at loysa Bjørn Kalsø úr starvinum. Hann má har eftir ógylda setanina av nýggja stjóranum og seta tann, sum bleiv innstillaður sum nummar eitt.
Um løgmaður virðir politisku skipanina, so ger hann sum omanfyri nevnt. Um ikki, ja so virðir hann ikki skipanina, og misálit má reisast.
Onkrastaðnis verður nevnt, at lærararnir eru ónøgdir. Skal tað nú verða soleiðis, at læraranir skulu seta stjóran ella við ørðum orðum, skulu dekkarar seta ein skipara?
Um so er, at einki hendir í hesum máli, og andstøðan ikki reisir misálit, so hava vit føroyingar tað mest korruptu skipan í okkara nærumhvørvi.
Latið rættvísi sigra