Bjørn Kalsø noyðist at taka avgerðir

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum noyðist at taka onkrar ópopulerar avgerðir, nú toskastovnurin er á fallandi føti, og sakkunnleikin mælir til, at eingin beinleiðis veiða verður eftir toski í komandi fiskiári. Men hvørjar møguleikar hevur Bjørn Kalsø, og hvat kunnu vit vænta okkum av Føroya løgtingi í einum valári, sum kann ganga útyvir atkvøðuposan hjá teimum ráðandi

Hugleiðing

 

Tað kann kanska tykjast undarligt, at tað serliga er toskurin, sum hevur tey stóru sveiggini og altíð hevur havt stór sveiggj í veiði. Vit plaga at siga, at toskur er “kanibalur” – at hann etur sítt egna avkom, um ov lítið er av føði. Hugsandi er sjálvsagt, at toskur eisini etur avkomið hjá øðrum fiski, um hann fær fatur á tí.

Ein orsøk til, at sveiggini í toskaveiðini eru so stór, er, at veiðitrýstið eftir hesum dýra fiskaslagi er so stórt.

Flest øll fiskifør, sum hava møguleikan til tess, vilja hava tosk, um tað yvirhøvur ber til. Tískil verður trýstið á stovnin alla tíðina optimalt.

Er minni toskur at fáa, verður bara fiskað eitt sindur harðari. Skip og bátar leggja seg meira á fiskin, og soleiðis gerst trýstið uppaftur harðari.

Sama er, tá talið av fiskidøgum verður skert. Tá vil veiðimaðurin eisini royna at gera tað betri – við meira línu og betri agni.

Soleiðis egna nógvir feska gággu, sum toskinum dámar væl.

Fyrr egndu flestu bátar í landi. Var línan egnd, men líkindi ikki vóru at loysa, tá dagurin leið, settu menn stamparnar í frystaran til næsta dag. Nú hava nógvir bátar trakt, haðani lína og húkar fara aftur ígjøgnum. Í traktini liggja nýggj og fesk øgn. Høgguslokkur, sauri og makrelur verða soleiðis ikki fryst uppaftur, men fara út við húkunum eftir fyrstu upptiðning – og gággan fer púrasta fesk á húkarnar.

 

Innaru leiðirnar

Alt gott um, at útrórðarmenn vilja gera tað betri. Teir hava bát og útgerð at rinda, manning og familju at forsyrgja.

Hinvegin er spurningurin, um veiðiskipanin kann gerast betri, soleiðis at meira verður til allar, og vinnan gerst meira lønandi, bæði á sjógvi og landi.

Lína tekur nógvan smáfisk – ikki bara tí, at tað er lína, men eisini tí, at smáu útróðrarførini hava loyvi at royna í klettin.

Sakkunnleikin sigur, at lína sum heild fiskar smærri fisk enn eitt nú snella.

Vit hava dømir úr ringum fiskiárum, har stórur toskur kemur inn á firðir og sund at leita sær føði. Hetta sóu vit ikki minst tey árini, tá stovnurin var heilt illa fyri.

Innaru leiðirnar eru sambært fiskifrøðingum uppvakstrarøkið hjá ungfiski, og tí er hugsandi, at tá stórur toskur leitar á hesar leiðir – í størri mun enn vanligt – verður nógvur ungfiskur til toskaføði.

Onnur fyribrigdi, sum hoyra heima í náttúruni, síggjast um várið, tá toskur leitar á grynri vatn at gýta. Sama er, tá sildafiskur, sum hann verður róptur, kemur inn á vanligu sildafiskaleiðirnar.

Soleiðis eigur tað at vera, tá alt veit væl við hjá toskinum, og náttúran háttar sær, sum okkum dámar best.

Sildafiskur gongur eftir nebbasild, og tað er tá, vit plaga at síggja tey stóru fuglavaðini.

Nebbasildin er eisini grundarlagið undir sjófuglinum og tí, sum kemur undan kring um á fløtum, bergi og í urðum. Er eingin nebbasild á líkinda leið, doyr pisan í reiðrinum.

Nógv dømi eru um slíka gongd.

 

Toskur illa fyri

Tað er fáur, sum ivast í, at toskastovnurin á landgrunninum og á Føroyabanka er illa fyri í løtuni. Tað siga veiðitølini fyri farna ár okkum, og einki bendir á, at toskaveiðan verður størri í ár, kanska heldur lakari.

Vit hava tøl yvir toskaveiðina undir Føroyum langt aftur gjøgnum tíðirnar. Hesi siga okkum, at vit í miðal kunnu fiska eini 20.000-25.000 tons av toski um árið. Onkur ár hevur veiðan verið omanfyri 40.000 tons, og tá ringast vildi til, var hon niðri á nøkrum fáum túsund tonsum.

Bæði í veiðiliðnum og virkisliðnum hevur tað týdning, at fiskurin ikki er ov smáur, sum vit ofta síggja, tá veiðan minkar. Prísirnir eru betri, og úrtøkan verður størri.

Nakað annað er so, hvussu álítandi tølini yvir toskaveiðina eru. Helst eru tey á góðari leið, men tað eru skiparar, sum halda, at vit okkurt árið eisini hava tilskrivað okkum tosk, sum slett ikki er veiddur í føroyskum sjógvi.

Hetta kann gera tølini eitt sindur misvísandi, men sum heild, mugu vit vænta, at tey eru á góðari leið.

 

Veikur í valári

Politiski myndugleikin er veikur, og tað er hann ikki minst í einum valári sum hesum. Hann hevur ilt við at taka avgerðir sum kunnu gera mun fyri fiskastovnarnar - um hesar samstundis gera negativan mun í atkvøðuposanum.

Fiskimaðurin livir av fiski; politiski myndugleikin av atkvøðum.

Tað er so einfalt.

Sum tað liggur í orðinum, byggir fiskidagaskipanin á fiskidagar – og ikki á kvotur. Hetta merkir, at øll veiðan, sum skip og bátar fiska, kemur til høldar. Tað merkir samstundis, at nógv fiskifør hava eina ávísa veiði eftir toski, sum altíð vil vera ein partur av veiðini hjá eitt nú línu-og útróðrarflotanum.

Nú ICES sær støðuna við toskinum so álvarsama, at felagsskapurin mælir til onga beinleiðis toskaveiði á landgrunninum og Føroyabanka, hevur politiski myndugleikin ein trupulleika, um metingarnar hjá ICES eru rættar.

Føroyabanki hevur verið friðaður áður, og tað hevur gjørt mun. Toskurin kom fyri seg aftur, og um heystið fyri 3-4 árum síðan høvdu línuskip rættiliga rokveiði á Bankanum.

Sakkunnleikin heldur, at trýstið á Føroyabanka hevur verið alt ov stórt, og tí er toskastovnurin aftur niðurundir komin.

Fleiri reiðarí hava seinastu árini keypt sær dýrar fiskidagar á Føroyabanka, og spurningurin er so, um skipini sleppa at brúka hesar dagar.

Hugsandi er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at mæla til at friða Føroyabanka – antin fult og heilt ella partvís. Ein slík avgerð fer at ganga útyvir skip og bátar, sum eiga bankadagar, og spurningurin er, um feløgini, sum hava goldið nógv fyri hesar dagar, hava rætt til endurgjald.

Men løgtingið hevur nýliga staðfest, at tilfeingið í havinum er ogn Føroya fólks, og tí er neyvan hugsandi, at møguleikar eru fyri endurgjaldi í hesum sambandi.

 

Hvat er at gera?

Lat okkum so koma til “brennandi eplið”, sum ivaleyst verður ein partur av politisku viðgerðini, nú fiskidagar skulu ásetast, og nýtt fiskiár stundar til.

Tá innaru leiðirnar eru uppvakstrarøkið hjá ungfiski, er tað her, at sakkunnleikin metir, at tiltøk kunnu setast í verk – tiltøk, sum gera mun. Sakkunnleikin metir eisini, at tað er her, at veiðitrýstið er nógv økt – við betri og effektivari bátum og nýggjum møguleikum við egning og agni.

Sum er, hava smáu útróðrarførini loyvi at royna í klettin, sum vit plaga at siga. Her eru ongar avmarkingar. Menn siga, at lína stendur víða um, bæði dag og nátt. Er tað nú rætt, at so skal vera, kunnu vit spyrja.

Í fiskidagaskipanini eru møguleikarnir at verja toskin smáir. Dagatalið hjá teimum, sum veiða mesta toskin, kann skerjast, men tað gongur so aftur útyvir møguleikarnar hjá teimum at veiða onnur fiskasløg, sum skip og bátar tá hava uppaftur meira brúk fyri, um raksturin skal hanga saman. Eingin vil missa dagar, sum onnur ár eru skerdir við ymiskum prosenttali.

Spurningurin er, um politiski myndugleikin í einum valári hevur rygg til at skipa so fyri, at útróðrarførini við línu ikki sleppa av royna í klettin, men kanska skulu út um tríggjar fjórðingar at seta?

Politiski myndugleikin kundi hóskandi tikið upp hesa viðgerð og komið til eina niðurstøðu um, hvat er rætt og rímiligt, nú toskastovnurin er á fallandi føti.

Skulu øll tey smáu útróðrarførini við línu út um tríggjar fjórðingar – ella skulu myndugleikarnir kanska mæla til, at útróðrarfør yvir eitt nú 30 føtur skulu út um innastu leiðina? Skal hetta eisini vera galdandi fyri teir, sum royna við snellu – ella skal snellan framhaldandi sleppa at royna í klettin?

 

At fara á flot

Spurningurin er so eisini, um myndugleikarnir ikki skulu skilja ímillum vinnuliga veiði og fiskiskap til húsbrúks.

Kalvalína átti hóskandi eisini at verið undantikin, tí hon veiðir einki tal av toski.

Í allari hesi viðgerð, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at taka upp, nú nýtt fiskiár byrjar til heystar, eigur hann sjálvsagt at taka fyrilit fyri gomlu føroysku mentanini – at maður, sum eigur bát, ongantíð má missa rættindini at fiska sær nakrar fiskar til húsbrúks. Tann veiðan, sum endar á døgurðaborðinum í føroysku heiminum, er so evarska lítil, at hon beinir ikki fyri nøkrum fiskastovni.

Politiski myndugleikin eigur at ansa væl eftir ikki at detta úr einari grøv í aðra – bara fyri at gera okkurt!

Verður spurningurin um útróðrarflotan tikin upp, má tað ongantíð gerast so galið í Føroyum, at maður ikki sleppur at fiska sær nakrar reyðfiskar ella smáfiskar til at ræsa – ella til knettir og frikadellir.

Kemur tann dagur, tá ikki er loyvt at fara á flot ein góðan dag, verða Føroyar fátæksligar hjá mongum. Ikki tí, at hetta er nøkur stór drift, sum hevur nakran serligan fíggjarligan týdning, men tí, at hetta allar dagar hevur verið ein partur av gerandisdegnum – og mentanini - hjá okkum føroyingum.

Ein mannarættur.

Tað eigur ongantíð at gerast so galið í Føroyum, at maður ikki kann kasta snørið út fyri Hólmafles, suður úr Glyvursnes ella innanfyri Høgnaboða – til húsbrúks.