Bjørn Kalsø kann loysa trupulleikan

Halda politikarar, at tað er ein trupulleiki, at reiðarar vinna stórar upphæddir við at selja fiskiloyvi og skip, kann trupulleikin loysast við einum pennastroki, sigur løgfrøðingur


Handil við skipum og loyvum
 

 Trupulleikin við, at reiðarar selja fiskiloyvi og skip og fáa stóran vinning burturúr, kann loysast við einum pennastroki.
Tað heldur Heðin D. Poulsen løgfrøðingur.
Hesa seinastu tíðina hevur nógv verið kjakast um, at reiðarar hava forvunnið ovurhonds upphæddir við at selja fiskiloyvi, sum teir annars hava fingið fyri onki frá tí almenna.
- Halda politikarar, at hetta er ein trupulleiki, kann hann loysast við eini lítlari lógarbroyting upp á nakrar fáa reglur, sigu Heðin D. Poulsen, sum eisini hevur verið fulltrúi í Fiskimálaráðnum.
Tað er sostatt óneyðugt at seta arbeiðsbólkar og nevndir at kanna málið, tí málið er ikki so fløkt.
- Tað einasta, sum skal til, er at Løgtingið ger eina lógarbroyting í lógini um vinnuligan fiskiskap Og tann lógarbroyting skal heilt stutt siga, at skiftir fiskiskip eigara, skulu øll fiskiloyvi fella aftur til landsstýrið.
- Tá kunnu reiðarar keypa og selja skip, sum teimum lystir, men øll fiskiloyvini fella altíð aftur til Landsstýrið, haðani tey komu.
Heðin D. Poulsen sigur, at hetta er kanska ikki nøkur varandi loysn.
- Men verður hetta mett at vera ein so stórur trupulleiki, sum orðaskiftið seinastu tíðina kundi bent á, kann ein slík, einføld lógarbroyting forða fyri fleiri handlum fyribils, til ein varandi loysn er funnin.
Annars heldur hann, at tað kann aldrin koma óvart á politikarar, at skip og loyvi verða keypt og seld.
- Tað hevur verið gjørt alla tíðina og tað hevur alla tíðina verið tosað um hetta. Men ongin hevur gjørt nakað við tað, hóast tað í veruleikanum er rættiliga einfalt og sostatt ikki krevur serfrøðinganevndir av ymsum slagi, sigur Heðin D. Poulsen.
-Veruleikin er, at vit hava í dag eina skipan, sum nógv tey flestu eru ónøgd við. Men tað skal altso ikki so nógv til, fyri at broyta hana og tí er trupulleikin ikki so stórur, sum hann mangan verður gjørdur til, staðfestir Heðin D. Poulsen
Tað, at tey, sum selja loyvi, skulu betala næstan alt í skatti, hevur hann lítið álit á.
- Tað ber altíð til at snikka ein roknskap til og flyta pening ímillum feløg o.s.fr. fyri at sleppa undan skatti. Slíkar reglur ber altíð til at sleppa undan
Annars heldur hann, at fiskiloyvi ber brá av, at tað er til leigu og ikki til ognar. Eitt nú kann tað ikki tinglýsast og tað kann eitt skeyti altíð.
 
Fiskiloyvi á uppboði
Spurningurin er so, hvat skuldi hent við teimum fiskiloyvum, sum verða latin inn aftur.
- Eftir mínum tykki er tað einasta rætta at Fiskimálaráðið selir fiskiloyvini á uppboði fyri eitt ávíst áramál, har tann, sum samanlagt hevur besta boði og bestu treytir, fær loyvi yvir eitt ávíst áramál, sum kunnu vera 5, 10, 15 ella 20 ár, ella, hvat tað skal vera.
Tá ið loyvistíðin er farin skal loyvið so fella aftur til landskassan.
Heðin D. Poulsen sigur, at hetta er í grundini sama prinsippið, sum verður brúkt, tá ið ein haruhagi verður seldir.
- Har verða hagarnir bjóðaðir út, har ein og hvør kann bjóða og tann, sum so hevur besta boðið, fær rættin at skjóta harur í eitt ávíst tíðarskeið.
Hann heldur, at tað kundi enntá verið ein stórur fyrimunur fyri vinnuna, tí  tá fer tað altíð at bera til hjá einum at koma upp í vinnuna.
Men tað, er eisini ein stórur fyrimunur, at tað verður óneyðugt hjá einum, sum kemur upp í vinnuna, at keypa skip og sostatt eisini at binda pening í skip.
- Tað kann bera til at langleiga eitt skip og tað liggja nógv skip, sum kanska kunnu langleigast.
 
Útlendskar íløgur hava sínar fyrimunir
Men tað eru eisini tey, sum siga, at tað í grundini er ólógligt at selja fiskiloyvi, tí reiðarar fáa ikki ognarrættin til loyvi, men bara rættin at brúka tað og tað ber ikki til at selja nakað, mann ikki eigur?
- Veruleikin er, at loyvi verða keypt og seld og tað hava tey altíð verið. Eitt er, hvat stendur í lógini um vinnuligan fiskiskap, men hinvegin má sigast, at hetta er víðariført til, at tað ber til at keypa og selja loyvi, sigur Heðin D. Poulsen.
Ein annar trupulleiki, sum ofta verður nevndur, er at vandi er fyri, at útlendingar koma at eiga ov stóran part av okkara fiskiríkidømið?
- Ein fyrimunur við tí er í hvussu so er tann, at gongur tað galið, eru tað útlendingar, sum missa pening og ikki føroyingar og tí fer eitt skrædl ikki at merkjast so væl, sum tað annars hevði gjørt.
- Hevði nógvur útlendskur kapitalur verið í fiskivinnuni í áttatiárunum, hevði kreppan í nítiárunum verri enn so verið so djúp, sum hon varð.
- Eitt annað dømi er Kollafjord Pelagic, har ovurhonds nógvar milliónir lógu í klemmu, tá ið tað kom í trupulleikar. Men tað merktist ikki so nógv í Føroyum, tí tað var útlendskur pengar
Løgfrøðingurin sigur, at tað er ein orsøk til at øll lond skríggja eftir útlendskum íløgum.
- Summi stúra fyri, at eiga útlendingar ov nógv, fara skipini at avreiða uttanlands. Men eru virkini í Føroyum kappingarfør, fáa tey fiskin. Og viðhvørt kann tað kasta meiri av sær at avreiða uttanlands.
Eftir lógini kunnu útlendingar ikki eiga meiri enn ein triðing av einum fiskiskipi, men Heðin D. Poulsen heldur, at tað er vónleyst at forða fyri, at serligar avtalur verða gjørdar, sum gevur útlendingum størri avgerðarrætt.