– Jú, hetta er ein nýggjur møguleiki, at eg kann stilla upp til býráðsvalið í Klaksvík, men eg havi ikki tikið endaliga støðu til tað enn.
Tað sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, tá vit spyrja hann, um hann stillar upp til býráðsvalið.
Sambandsflokkurin hevur ligið lágt í Klaksvíkar kommunu – og á seinasta býráðsvali fekk flokkurin einki umboð í Klaksvíkar býráð.
– Mær dámar sera væl løgtingsarbeiðið, og eg havi satt at siga als ikki hugsað um at stilla upp til býráðsvalið. Men rætt er, at tað nú ber til hjá mær, og onkur hevur nevnt hetta fyri mær, sigur hann.
Bjørn Kalsø er ættaður av Syðradali á Kalsoynni, og har hevur hann eisini bústað sín. Hann sat sum borgarstjóri í Húsa kommunu í næstan tvey skeið frá 1996, til hann í februar í 2004 gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Men nú Húsa kommuna og Klaksvíkar kommuna leggja saman á nýggjárinum, og borgarar í Húsa kommunu skulu atkvøða sum partur av Klaksvíkar kommunu, so er møguleikin har, at Bjørn Kalsø stillar upp.
Sambandsflokkurin hevur einki umboð í Klaksvíkar býráð. Fólkaflokkurin er størsti flokkur við 5 umboðum. Tjóðvelid hevur 3, Nýtt Sjálvstýri 2 og Javnaðarflokkurin 1 umboð.










