Bjørn gjørdi bert sum Fólkaflokkur plagar

Bjørt Samuelsen, ting­kvinna, á Facebook: Nú gjørd­ist tað framhaldssøga, at Jógv­an Poulsen, for­mað­ur í fólka­floks­fel­ag­num í Havn, krev­ur Bjørn Kalsø frá, »um nakað dism av rættarkenslu skal vera eftir í samfelagnum«.

Fólkaflokkurin, við Jógv­an á Lakjuni sum menta­mála­ráð­harra, setti Hans Jo­hann­es á Brúgv sum skúla­stjóra, hó­ast hann tá ikki var inn­stil­l­að­ur sum nummar 1.
Í Uttanríkisráðnum kravdi formaður Fólka­floks­ins, ein að­al­stjóra sett­an, sum als ikki varð inn­still­að­ur sum nummar 1, og løg­mað­ur fylgdi, sum vant, boð­u­num.
– Og nú vil Fólka­flokk­ur­in hava aðrar flokkar at reisa misálit á Bjørn Kals­ø, tí hann ger tað, Fólk­a­flokk­urin plagar at gera.
– Men, tað hevði nú slett ikki verið so stein­býtt, um løg­mað­ur, Jørg­in og Bjørn all­­ir løgdu frá sær, held­ur Bjørt Sam­u­el­sen.