Í hesum døgum er 39 ára gamli Bjørn Kunoy álit føroyinga í altjóða trætuni móti máttmikla Evropeiska Samveldinum. Sum serligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni er tað hann, sum stendur á odda fyri arbeiðnum at tala søk Føroya á altjóða pallinum. Eitt nú í altjóða gerðarættinum í Haag, sum skal taka støðu til, um handilstiltøkini hjá ES eru brot á altjóðarættarligu samráðingarskylduna.
Í gjár fekk hann eitt herðaklapp, sum í øllum føri eigur at stimbra sjálvsálitið. Hansara doktararitgerð er nevniliga mett millum allar bestu ritgerðir, ið eru vardar við ein hægri lærustovn í franskttalandi landi í fjør.
Ritgerðina, sum snýr seg um rættarreglur í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar, vardi Bjørn Kunoy í februar í fjør.
- Ja, tað gekk sera væl. Hon fekk hægstu meting, ið bæði gevur møguleika fyri at verða tilnevndur hesa viðurkenningina, umframt møguleika fyri útgávu, sigur Bjørn Kunoy, tá hann hyggur aftur á sína doktararitgerð.
Bjørn Kunoy er útbúgvin av hægri lærustovnum í Belgia og Fraklandi, og fyrr í ár vardi hann sína doktararitgerð við Université de Paris Ouest Nanterre.
Ritgerðin og verjan av henni vakti ans, og verður av fremstu serfrøðingum í franska universitetsumhvørvinum mett millum tær allar bestu í fjør. Franska vísindafelagið fyri altjóða lóg hevur tilnevnt ritgerðina hjá Bjørn Kunoy til serliga Suzanne Bastid viðurkenningina, sum á hvørjum ári verður latin til bestu doktararitgerð innan altjóða rætt.
Bjørn Kunoy fekk sum nevnt sera gott skotsmál frá oppenentunum, tá hann vardi doktararitgerðina í Paris í februar. Tí kemur tilnevningin ikki heilt óvart á. Kortini er Bjørn Kunoy bæði fegin um og errin av tilnevningini:
- Jú, absolutt. Tað liggur sera nógv og hart arbeiði aftan fyri hesa ritgerðina. So hetta er ein persónlig viðurkenning at fáa, sigur Bjørn Kunoy og heldur fram:
- Skuldi tað eydnast at farið allan vegin og fingið heiðurin, so vildi tað verið tað allar størsta, ið eg kundi droymt um.
Opnar dyr
Innan fronsku útbúgvingarskipanina er tilnevningin til Suzanne Bastid viðurkenningina eitt góðskustempul í sær sjálvum, ið eisini sæst aftur í altjóða samfelagnum.
Bjørn Kalsø hevur fingið møguleika at geva sína doktararitgerð út í bók, og tilnevningin gevur hesari ætlan vind í seglini.
- Ja, eg havi ætlanir um at geva ritgerðina út í bók, bæði á fronskum og enskum, og eg havi ambitiónir um at hon skal koma út á einum stórum, bretskum forlagi. Í somáta kann viðurkenningin gera góðan mun, metir Bjørn Kunoy.
Enn er ikki greitt, nær doktararitgerðin kemur út í bók. Men hon kemur.
- Umframt at eg má fáa onkran professionellan at umseta hana úr fronskum til enskt, so ætli eg at gera nakrar tillagingar og dagføringar í tekstinum, sigur Bjørn Kunoy, áðrenn hann leverar lyftið:
- Nú eru onnur, aktuell viðurskifti, sum taka nógv av mínari tíð, sigur Bjørn Kunoy við greiðari tilsipan til makrel- og sildatrætuna við ES. Men eg ætli mær at koma langt við útgávuni í ár, soleiðis at hon kann gevast út næsta ár.
Eisini kann ein slík viðurkenning varpa ljós á tær niðurstøður, ið Bjørn Kunoy kemur til í doktararitgerðini.
- Tað hevur sjálvandi týdning, í tann mun víst verður til mínar niðurstøður, staðfestir Bjørn Kunoy.
Ritgerðin
Í síni ritgerð viðgerð Bjørn Kunoy sum nevnt rættarreglurnar í landgruns marknamálum uttanfyri 200 fjórðingar.
- Landgrunsmál hava havt mín stóra áhuga síðani eg var liðugur á universitetinum í Belgia og tá eitt skifti arbeiddi hjá altjóða havrættardómstólinum í Hamburg. Har sá eg møguleikan at fara at granska í hesum øki, sigur Bjørn Kunoy.
Hann kom í samband við franska professaran Alain Pellet, sum millum annað hevur verið formaður í altjóða rættarnevndini hjá ST. Pellet er professari við Université de Paris Ouest Nanterre, og hann bleiv seinni vegleiðari hjá Bjørn Kunoy í samband við doktararitgerðina.
- Eg vildi heilt greitt hava hann til vegleiðara. Hann er ein fantastiskur vegleiðari. Harður, kritiskur og nærlagdur. Vit diskuteraðu sera nógv, vórðu ikki altíð samdir, men eg fekk sera nógv burturúr, sigur Bjørn Kunoy.
Alain Pellet er javnan við til at viðgera trætumál millum tjóðir um landgrundsmark. Fleiri ferðir hevur professarin við universitetið í Cambridge, James Crawford, sitið hinumegin borðið.
Tá Bjørn Kunoy skuldi verja sína doktararitgerð, var Crawford millum oppenentarnar.
- Jú, teir báðir kennast væl. Plaga at skemta við, at teir eru ”friendemies”, nú teir javnan hittast í altjóða dysti um landgrunsmørk, greiðir Bjørn Kunoy frá.
Millum hinar oppenentarnar var eitt nú Jean-Pierre Cot, sum er professari og eisini dómari við altjóða havrættardómstólin í Hamburg.
Fyri Bjørn Kunoy hevur tað havt stóran týdning at fáa ritgerðina á eitt slíkt støði, at hon stendur seg altjóða.
- Tað legði sjálvandi stórt trýst á meg, at eg hevði aljtóða kapasitetar, bæði sum vegleiðara og sum oppenentar, tá ritgerðin skuldi verjast. Tað var sera hart og intensivt arbeiði at skriva ritgerðina, men tað arbeiðið hevur givið mær ómetaliga nógv. Aftaná havi eg fingið at vita, at hesir kapasitetar eisini síggja mítt arbeiði sum eina veruliga doktararitgerð, ið kann brúkast til nakað, leggur Bjørn Kunoy afturat.
Nú Føroyar fyrireika seg til eitt rættarmál móti Evropeiska Samveldium um silda- og makrelboykottið, er James Crawford ráðgevi hjá Føroyum.
Avgerðin
Hóast tilnevningin til Suzanne Bastid viðurkenningina er gjørd, so veit Bjørn Kunoy ikki, hvussu nógv og hvørji hann er upp ímóti.
- Nei, tað veit eg satt at siga ikki, og eg vil helst sleppa frá at gita. Men eg havi skilt, at vanliga verða ikki nógvar tilnevndar, sigur Bjørn Kunoy.
Nú skulu tríggir professarar við sergrein í altjóða lóg viga og meta um tilnevndu doktararitgerðirnar, ið vanliga eru millum 400 og 800 síður til longdar.
Avgerðin um, hvør fær Suzanne Bastid viðurkenningina fellur einaferð í mai.
- Nei, eg veit ikki enn, hvønn dag í mai. Men tað verður spennandi at fylgja við, leggur Bjørn Kunoy afturat.
FAKTA um Bjørn Kunoy
Útbúgving: LLM European Legal Studies, College of Europe, Bruges - Diplôme d´Etudes Approfondies, Université Paris X-Nanterre - Maitrise de droit, Université Paris V-René Descartes, Dr.jur
Starv: Løgfrøðiligur ráðgevi á Uttanríkistænastuni á Løgtingsskrivstovuni