Tað var enntá í stórum stíli, at Bjørk vann kapprenningina, tí 39 ára gamla Fríða Rún Þórðardóttir, sum ikki hevur tapt eina kapping í Íslandi í áravís, var longu farin avstað og sá út til at skula vinna væl framman fyri hinar fýra rennararnar.
Men so kom Bjørk í gongd við einum rimmar endaspurti, ið gav henni sigurin við tíðini fýra minuttir og 38,04 sekund. Bjørk var bara 10 sentimetrar framman fyri ta íslendsku, sum kom á mál átta hundraðpartar aftan fyri Bjørk.
Vinnaratíðin var so mikið góð, at hon rakk til nýtt føroyskt met á 1500 metra teininum. Bjørk átti sjálv gamla metið, men megnaði at taka fimm ella seks sekund av gamla metinum, so hetta var fyri hennara viðkomandi eitt sera gott úrslit.
Eisini Rúni Seloy og Rebekka Fuglø hava verið við í kapprenningunum í Reykjavík í dag. Rúni gjørdist nummar fimm á 800 metrum við tíðini ein minuttur og 59,10 sekund, og Rebekka gjørdist nummar sjey í 400 metrum við tíðini 63,95 sekund.