Bjørk vann Kvinnurenningina

Bjørk Herup Olsen var skjótasta kvinna á mál, tá Kvinnurenningin var á skránni leygardagin. Hon rann teir 5 kilometrarnar uppá 19.24 minuttir. Av teimum 2.033 tilmeldaðu kvinnunum vóru tað 1.552, ið komu til start.

Tveir teinar vóru at velja ímillum, 5 km og 2,5 km. Tær allarflestu valdu longra teinin.

Nummar tvey og trý gjørdust Árna Helmsdal við tíðini 22.31 og Ann Thomsen við tíðini 22.54.

Sí grein í Sosialinum ídag. Øll úrslitini liggja inni á kvinna.fo