Bjørk sett met í Finnlandi

Hetta gjørdi í Finnlandi, har hon umboðar Danmark í norðurlendskari kapping í frælsum ítrótti.

Gamla metið átti Bjørk sjálv, og varð hetta sett í Tårnby fyrr í ár. Tíðin hjá Bjørk í Finnlandi var 10.13,68, og rakk hetta til eitt sætta pláss í kappingini.

Næsta stóra avbjóðing hjá Bjørk er um tvær vikur í Esbjerg, tá hon skal luttaka í DM fyri ung. Tá kappast hon á 1.500 og 3.000 metrum.