Bjørk og Rúni danskir meistarar

Bæði Bjørk Herup Olsen og Rúni Seloy megnaðu um vikuskiftið at gerast danskir meistarar í renning. Eisini Rebekka Fuglø og Jóan Karl Joensen vunnu heiðursmerki.

Føroyskir rennarar stóðu seg framúr væl í Skive leygardagin og sunnudagin, har kappast var um donsku meistaraheitini í innandura renning. Úrtøkan gjørdist tvey gull-, tvey silvur- og tvey bronsumerki, umframt eitt føroyskt met.

Bjørk Herup Olsen, sum kappaðist í bólkinum gentur 18-19 ár, vann sunnudagin gull á 1.500 metra teininum og gjørdist danskur meistari við tíðini 4.28,27 minuttir, sum var 15 sekund betri enn tíðin hjá tí næstbesta. Og leygardagin vann hon silvur í 3.000 metra renning, tá hon samstundis megnaði at seta nýtt føroyskt met við tíðini 10.16,93 minuttir.

Eisini Rúni Seloy gjørdist danskur meistari, tá hann leygardagin í bólkinum dreingir 14-15 ár rann 800 metrar við tíðini 2.06,68 minuttir. Og sunnudagin, tá hann rann 1.500 metrar við tíðini 4.22,57 minuttir, rakk tað til eitt bronsumerki.

Rebekka Fuglø vann silvur leygardagin, tá hon í bólkinum gentur 16-17 ár rann 800 metrar við tíðini 2.24,48 minuttir, og sunnudagin gjørdist hon nummar fýra á 400 metra teininum, umframt at hon leygardagin gjørdist nummar 12 á 200 metrum.

Jóan Karl Joensen vann sunnudagin bronsu á 1.500 metra teininum hjá monnum 20-22 ár við tíðini 4.15,85 minuttir, umframt at hann leygardagin gjørdist nummar fimm á 800 metrum.

Jan Elmar Sørensen í bólkinum dreingir 18-19 ár gjørdist leygardagin nummar sjey á 3.000 metra teininum og sunnudagin nummar 10 við persónligum meti á 1.500 metra teininum, umframt at pápi hansara, Guttorm Sørensen, leygardagin var nummar 10 í 3.000 metra renning hjá monnum.