Bjørk leggur upp í flaggstríðið

Íslendska songkvinnan Bjørk sendi føroyingum og grønlendingum eina heilsan, tá hon í gjárkvøldið fór undir sína konsertferð. Hon ognaði lagið Declare Independence til føroysku og grønlendsku tjóðirnar, eitt lag sum tykist at viðgera málið um føroyska flaggið á sendistovuni í Reykjavík.

Tónleikur

Boðini til føroyingar og grønlendingar frá Bjørk vóru greið á konsertini í Laugardalshøllini í gjárkvøldið.
- Eg vil ognað Føroyum og Grønlandi hetta lagið, segði Bjørk, tá hon varð klappað uppaftur á pallin at spæla eykalag eftir lokna konsert. Hon spældi síðan lagið Declare Indenpendence av komandi fløgu síni. Lagið var sambært Arnar Eggert Thoroddsen blaðmanni á Morgunblaðnum eitt hart pumpandi tekno punklag, við tekstinum:

“Declare Independence
Don’t let them do this to you.
Raise the flag higher and higher.”

Arnar Eggert greiður frá, at tey 4000 fólkini, ið vóru komin saman í Laugardalshøllini vórðu tikin á bóli av hesum, tí hetta kom óvart á, men rómurin var øgiligur.
- Øll tyktust at taka undir við hesum, ja, kanska ikki teir danirnir, sum vóru har, men øll onnur, sigur tónleikatíðindamaðurin í telefonini úr Reykjavík.
Arnar sigur, at hann fer at skriva um hendingina í Morgunblaðnum.
Konsertin í gjárkvøldið hjá Bjørk var tann fyrsta á hennara heimsumfatandi konsertferð, í sambandi við útgávuna av nýggju fløguni Volta. Fyrsta stakfløgan kom út á alnetsølu í gjár.
Konsertferðin fer veruliga í gongd um nakrar vikur við fleiri konsertum í USA, áðrenn leiðin gongur aftur til Evropa, har m.a. Roskilde Festivalurin stendur á skránni. Men áðrenn USA var á skránni, stóð Laugardalshøllin í Reykjavík fyri tørni.
Nýggja fløgan hjá Bjørk er nógv umrødd, m.a. tí at hon á henni samstarvar við heimskenda framleiðaran Timbaland, nærum alt, ið Timbaland rørir gerst gylt, og tí er ikki ósannlíkt, at føroyska flaggstríðið endar á Billboard sølulistanum, áðrenn vit vita av.