Bjørk hevði vatnílætið

Bjørk Herup Olsen hevði føroyska vatnið við, tá oyggjaleikirnir eisini vórðu settir við sonevndu vatn-ceremoni’ini. Vatnið er tað, sum luttakandi oyggjarnar fyrst og fremts hava í felag. Tí er tað ein fastur partur av hátíðarhaldinum, at allar lutakandi oyggjarnar hava eitt ílæt við vatni heimanífrá. Sum tekin um samleikan millum oyggjarnar, verður alt vatnið síðani blandað saman við setanina.