Björk fær afturljóð úr Føroyum

Íslendska Björk hevur fleiri ferðir biðið føroyingar taka fullveldið. Svarið úr Føroyum var at gera hana til besta útlendska navn í 2007

Íslendska Björk er heimskendur sangari, og hon varð eisini kosin til besta útlendska bólk í Føroyum í farna ári. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, avdúkaði, at Björk hevði vunnið á Springsteen, Kent og hinum, men hann fekk ikki handað Planet virðislønina, tí Björk var ikki til staðar. Blaðstjórin lovaði tó, at Björk skal fáa Planetina so ella so.

- Kanska vit handa hann á einum trapputingi her í Miðlahúsinum í næsta mánaði - ella á kanska á einum av valfundunum, sum Rás 2 fer at skipa fyri í Sjónleikarhúsinum beint upp undir løgtingsvalið, segði Eirikur Lindenskov.