Bjørg Mohr Anderssen:

Fyrsti kvinnuligi miðlatøkningur í Føroyum

 

Útbúgving


23 ára gamla fuglafjarðar gentan, Bjørg Mohr Anderssen, hevur júst lokið útbúgving sum miðlatøkningur á Sjónvarpi Føroya. Ein miðlatøkningur tekur sær av fotografering, redigering, ljósi og ljóði. ? Mær dámar best at arbeiða sum fotografur, og tað er eisini tað, sum eg geri mest, men arbeiðið hjá mær fevnir um hasi fýra økini, greiðir Bjørg frá.

Bjørg hevur verið í læru í Sjónvarpi Føroya í fýra og eitt hálvt ár, harav hevur hon verið 55 vikur í Viborg, Danmark, í skúla.

? Eg taki mær av næstan øllum sendingunum her í húsinum. Dagur og vika, barnasendingar og aðrar sendingar, so eg eri í roynd og veru "all around", sigur Bjørg Mohr Anderssen.

? Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og sum miðlatøkningur hevur tú ábyrgd á næsta øllum økjum.

Sosialurin ynskir Bjørg hjartaliga tillukku við útbúgvingini, sum fyrsti og einasti kvinnuligi miðlatøkningur í Føroyum.