Kongligt brúdleyp
Ein vitjan í Føroyum verður nú eisini sett á skránna hjás danska krúnprinsaparinum.
Nú Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Edmund Joensen, løgtingsformaður, hava verið í Brúdleypi hjá Fríðrikki krúnprinsi og Mary Donaldson, nýttu teir høvi til at bjóða teimum báðum til Føroya at vitja.
Teir báðir gjørdu av sínamillum, at komu teir soleiðis fyri, at teir fingu orð á krúnprinsaparið, skuldu teir bera innbjóðingina fram.
Og tað eydnaðist.
Teir komu á til við tey nýgiftu og har søgdu teir, at tað hevði glett føroyingar at fingið høvi at hitt krúnprinsaparið í Føroyum.
Fríðrikur prinsur segði, at tað fór at knípa at fáa við á skránna í ár, men hann helt, at tað var ein møguleiki næsta ár.
Sostatt siga tey, sum umboðau Føroyar í Brúdleypinum, at tey hava eina grundaða vón um at Føroya fáa kongliga vitjan næsta ár.
Annars var nógv á skránni hjá teimum føroysku umboðunum í brúdleypinum
Týskvøldið vóru føroysku umboðini til døgverða í riddarasalinum í Christiansborg. Har var talan um ein døgverða, har politiska skipanin í ríkinum var boðin, umframt onnur almenn umboð og umboð fyri aðalin.
Hóskvøldið vóru tey til serframførslu í Kongliga leikhúsinum og fríggjadagin var so sjálvt brúdleypi og har vóru føroysku umboðini bæði við í kirkju og til døgverða aftaná í veitslutjaldinum við Fredensborg.
Bæði Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Edmund Joensen, løgtingsformaður, eru samdir um, at hetta hevur verið eitt stórt upplivilsi, hóast tað hevur verið strævið.
Tað var long bíðitíð mangan, men tað, sum var strævnast, vóru kortini tey sera strongu trygdartiltøkini. Vit vorðu koyrd allastaðni í bussi, hvussu stutt tað nú var, tey skuldu fara og tað kundi ikki koma uppá tal at fara burturúr fylginum. Samstundis vóru partar av Keypmannahavn avbyrgdir.
Tað gjørdi, at tey føroysku umboðini fingu tað ikki akkurát, sum tey ætlaðu tað. Í kongliga leikhúsinum vóru tey í føroyskum klæðum, men tað var alt ov heitt at vera í.
Í sjálvum brúdleypinum var ætlanin eisini at fara í føroysk klæðir í kirkjuna, men av tí, at ongin møguleiki var fyri at fara til húsar at skifta, áðrenn døgverðan, varð avgjørt at fara í veitsluklæðini beinanvegin.
Allastaðni var tað so, at allir gestirnir komu fyrst og so komu tey kongligu seinast. Tá ið eitt tiltak var liðugt, bíðaðu øll, til tey kongligu vóru farin.










