Bjóða smávinum í føðingardag

Vit hava bjóðað smáu vinunum í barnagarðinum heim til fruktpinnar og frikadelluspjót, kókaðar maiskolbur, stavar av gularót, agurk og piparfrukt. Bollar við bommum á og heimagjørdan vaniljuís við heimagjørdari sjokolátasovs og nekarakyss. Drykkilsi er ein leskilig hylluberjasaft, sum er gjørt burtur úr hylluberjarunninum í urtagarðinum. Og hóast hon ikki sær út av nógvum, smakkar hon framúr væl, og børnini elska hana.

Tyssið við fruktpinnum er sett saman við ananas, ferskum, appilsin, drúvum og jarðberum. At fáa tað at standa, tóku vit ein blokk av oasis og rundaðu kantarnar við einum knívi. Síðani betrektu vit hann við stanióli og stungu pinnarnar niður í, so hvørt sum teir vóru lidnir. Viðmerkjast skal, at onkur frukt hóskar seg betur enn onnur. Eitt nú hava súrepli og banan lindi til at gulna, og tá eru spjótini ikki so leskilig á at líta  og tað hevur nógv at týða hjá børnum, at maturin tekur seg leskiliga út.
Matskráin tekur hædd fyri tí, sum børnum ofta dáma, og at tey altíð hava uppiborið bestu góðsku. Og vit ynskja ikki at fylla børnini við ovurstórum nøgdum av sukri, liti og haldevnum.

Rómaísur við vanilju

1 litur av róma
6 hitaviðgjørdar eggjablommur
120 g. av sukur
korn av einari stong av vanilju (gourmetvanilja er at fáa í serhandlum í Havn)

Píska róman. Píska eggjablommur, sukur og vanilju til eggjasnaps. Vend róman varliga í eggjasnapsin. Stoyt ísin í tveir ísformar ella køkuformar. Legg lok á ella staniól útyvir. Set ísin í frystaran, og fryst hann í 4-5 tímar.

Áðrenn borðreitt verður: Skola formin undir køldum vatni. Loys ísin framvið kantinum, og vend honum út á eitt fat.

--

Sjokolátasovs

200 g. av góðari myrkari sjokolátu
2 ½ dl. av róma
1 teskeið av smør

Smelta alt í einari grýtu og set í køliskápið at kólna. Oys yvir í eina sovsaskál, og borðreið afturvið heimagjørdum vaniljuísi.

--

Hylliberjasaft

Eini 20 tyssi av hylliberjablómum, har tú tekur teir grovu stelkarnar av
Eini 5 sitrónir í skivum
Umleið 1 1/2 kg rørsukur ella annað sukur
3 ½ litur av vatni
40 g sitrónsýru
atamon

Oys alt tilfarið, undantikið atamon, í ein stóran bolla ella grýtu. Rør og set á køli stað í 4 samdøgur. Rør í saftini umleið 4 ferðir um dagin. Tá 4 samdøgur eru farin, verður saftin síla og atamon tilsett. Stoyt saftina í fløskur, sum eru vaskaðar við atamon.