Bjóða seg fram einaferð afturat

KOMMUNUVAL Nógvir av borgarstjórunum kring landið ætla at stilla upp aftur til kommunuvalið, sum verður í heyst.
Vit hava tosað við 13 borgarstjórar kring landið og bara fýra av teimum siga, at teir hava ikki tikið støðu. Harafturímóti er tað ein borgarstjóri, sum hevur tikið avgerð um, at hann stillar ikki upp aftur.
Hinvegin eru teir samdir um, at kommunurnar hava stórar avbjóðingar fyri framman, men næstan ongin av teimum nevna kortini eina tað størstu avbjóðingina av teimum øllum, og tað er ætlanin hjá samgonguni at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita.

Vil sleppa at gera arbeiðið liðugt
Karl A. Olsen,
Borgarstjóri í Vestmanna:
- Tað eru nøkur viðurskifti, vit ikki eru komin á mál við og tað kundi eg væl hugsað mær at verið við til at gjørt liðugt.
Tað sigur Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna.
- Tað verður helst til tað, at eg stilli upp aftur og eg hevði onki havt ímóti at verði
valdur og verði eg í uppskoti til at verða borgarstjóri, hevði eg tikið av, sigur hann.
Hann sigur, at nú hava tey bygt røktarheimið og tað hevur sett sín stóra dám á hetta valskeiðið.
Í tí sambandi hevur Vestmanna Kommuna gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið um at sleppa at læna upp um eina álíkning í skatti og í sama viðfangi varð skattaprosentið hækkað upp í 23%.
Og nú vil Karl A. Olsen fegin fáa høvi til at gera arbeiðið liðugt
- Eg vil fegin fáa høvi til at fá slætt borð aftur og at fáa skuldina hjá kommununi niður um aftur eina álíkning, so at vit kunnu lækka skattin aftur og kanska hækka barnafrádráttin, sigur hann.
Hann sigur, at svíkja inntøkurnar ikki, og verður kommununan væl stýrd, heldur hann, at tað kann lata seg gera í 2014.
- Tað skal ikki so nógv til, tí ein álíkning er einar 35,6 milliónir og skuldin er góðar 40 milliónir og vit ætla at rinda 3,7 milliónir um árið.
- So útlitini eru ikki so galin, heldur hann.
Men afturat hesum eru tað so nakrar smærri íløgur og vegir og annað, sum eisini skal gerast, leggur hann afturat.
Hinvegin heldur hann eisini, at í næsta valskeiðið eigur býgdaráðið at raðfesta ætlanina at fáa bygdina vetrarfriðaða fyri seyð

Skúlamál og sosialmál standa fremst
Sigurð Simonsen,
borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu:
Sigurð Simonsen, sum í 12 ár hevur virkað sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, er til reiðar at taka eitt tørn afturat í sessinum.
- Eg stilli upp aftur á kommunuvalinum í november, og tá ið eg stilli upp, sigi eg samstundis, at eg eri sinnaður at halda fram sum borgarstjóri, um tað stendur mær í boði, sigur hann.
Sigurð Simonsen tók fyrstu ferð sæti í kommunustýrinum í Fuglafirði 1. januar 1993 og hevur sostatt verið virkin kommunalpolitikari í 20 ár.
- Vit hava seinastu árini fingið nøkur viðurskifti upp á pláss í kommununi. Barnaansingarøkið er væl fyri, vit hava raðfesta mentanarøkið og tekniska økið, og vit hava eisini tikið eitt tak við kloakkskipanini.
- Tey bæði økini, sum nú serliga skulu raðfestast næstu árini, halda vit eru skúlaøkið og sosiala økið.
- Vit samstarva við Eystur kommunu um framhaldsdeildina í fólkaskúlanum, og vit umhugsa nú í felag at byggja eina nýggja framhaldsdeild á Kambsdali. Samstundis trongir skúlin í Fuglafirði til ábøtur og at verða nýmótansgjørdur, sigur Sigurð Simonsen.
- Vit hava í longri tíð roynt at fingið eitt ellis- og røktarheim í Fuglafirði, men higartil eru vit ikki sloppin upp í part. Vit vilja sera gjarna betra um tilboðini hjá teimum eldru, og vit halda, at eitt røktarheim eigur at verða gjørt í Fuglafirði, sigur hann.

Tryggja framtíðina
Magnus Rasmussen,
Borgarstjóri í Runavíkar Kommunu:
Hesi næstur árini verður tað ein høvuðsuppgáva hjá býráðnum at framtíðartryggja kommununa.
Tað sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.
Hann hevur verið borgarstjóri í fýra ár og hann bjóðar seg fram at taka eitt tørn afturat.
- Eg stilli upp aftur á valinum, sum verður í heyst og fái eg møguleikan at verða borgarstjóri aftur, taki eg eisini av tí tilboðnum.
Hann sigur, at næstu árini standa nakrar stórar uppgávur fyri framman.
Í gjár varð spakin settur í at byggja nýggju fimleikarhøllina -Støkkhøllina- og hon fer at binda fitt av pengum.
Tilsamans er tað ein íløga upp á 34 milliónir.
Men so arbeiðir býráðið eisini við eini trý ára verkætlan at útvega meiri vatn til kommuna, tí tá ið turkur er, mangla tey vatn.
Tað skal gerast við eini vatnveiting úr fjøllinum oman fyri Skála og so skal leiðing leggjast eftir botni á Skálafirði, yvir í Runavík.
Brunnurin omanfyri bygdina á Skála er so mikið høgt uppi, at tað er óneyðugt við pumpum fyri at fáa vatnið upp aftur í Runavík.
Hetta er ein vatnveiting, sum eisini kostar góðar 30 milliónir, men sum tryggjar teimum á báðum ørmunum á Skálafirði reint vatn.
- Vit hugsa ikki bara um vanlig húski, men eisini um at tryggja vinnuni nóg mikið av reinum vatni, sigur borgarstjórin.
Vatnveitingin og fimleikarhøllin verða sostatt tær dýrastu íløgurnar
Men so arbeiðir býráðið eisini við at útvega fleiri grundstykki.
- Vit miðja eftir at útvega grundstykki í øllum 15 bygdum í kommununi, tí tað er umráðandi, at øll føla seg sum part í felagsskapinum og tí royna vit at skipa umstøðurnar so væl sum gjørligt í øllum bygdum, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er fyri at framtíðartryggja kommununa.
- Vit mugu ikki koma í ta støðu, at vinnulívið verður tarnað av vatntroti ella at fólk ikki kunnu búsetast her tí onki grundstykki eru, sigur Magnus Rasmussen.
Hinvegin er kommunan væl fyri við skúlum og barnaansing.
Men tað verður eisini eitt tak at lúka treytirnar í spillivatnsætlanina, sum lógin krevur, at vit skulu hava.

Noyðast at raðfesta
Gunvá við Keldu,
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu:
- Ein tann størsta avbjóðingin hjá næsta býráðnum í Klaksvík, verður at raðfesta útbyggingar.
Tað heldur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.
Hon hevur verið borgarstjóri í fýra ár og hon fer at stilla upp aftur á býráðsvalinum í heyst.
Og stendur tað henni í boði at verða borgarstjóri aftur, er tað ein avbjóðing, hon fegin hevði tikið av.
- Ein bjóðing hjá nýggja býráðnum verður at fáa gongd á miðbýarætlanina við mentanarhúsinum, sum býráðið hevur arbeitt við í nógv ár.
Annars hevur nýggja ellis- og røktarheimið bundið stóran part av fíggjarligu orkunu í ár og næsta ár.
Men stórar útbyggingina standa fyri framman, eitt nú skal skúlin á Ziskatrøð hava munandi ábøtur, eins og svimjihøllin skal byggjast út.
Norðhavnin er ov lítil og má byggjast út.
Men tað verður eisini ein avbjóðing at fáa fleiri verkætlanir lidnar, sum vit eru byrjað upp á fyri árum síðani, men sum ongantíð eru lidnar, bæði vegir og annað.
- Tað knípur ofta at gera ymisk arbeiði liðug, tí hugurin at seta nýtt í verk, er stórur og tað hevur tað gamla so bøtt fyri, men tað er til stóran ampa fyri borgarar at vegir og annað ikki verða gjørd liðug.
Men alt hetta eru stórar íløgur og tær kunnu ikki gerast í senn.
- Tískil verður tað ein stór avbjóðing at raðfesta og semjast um, í hvørjari raðfylgju, tær ymsu ætlanirnar skulu setast í verk.
- Ein spurningur í hesum sambandi er, um vit skulu í holt við fleiri smærri verkætlanir, ella seta hol á onkrar stórar ætlanir, sum fara avstað við at kalla øllum fíggjarkarminum.
Gunvá við keldu heldur nevniliga, at kommunan eigur ikki at taka lán til fleiri íløgur, fyrenn lánið er goldið longur niður, so komandi íløgur eiga at fíggjast yvir fíggjarætlanina hjá kommununi og ikki við lántøku.



Vit eru væl ávegis
Johan Christiansen,
borgarstjóri í Eystur kommunu:
Seinastu fýra árini hevur Johan Christiansen verið borgarstjóri í samanløgdu Eystur kommunu, sum umfatar Gøtu og Leirvík. Og hann er til reiðar at halda fram.
- Nú eru eingir listar gjørdir enn, men eg ætli mær at stilla uppaftur. Valið ger sjálvandi av, hvør kann blíva borgarstjóri, men stendur tað mær í boði at halda fram, so taki eg av, sigur Johan Christiansen.
Hvørji mál heldur tú, at Eystur kommuna skal raðfesta høgt næstu fýra árini?
- Vit eru væl ávegis við útbyggingum á fleiri økjum, og vit skulu halda fram við hesum arbeiði. Vit skulu framhaldandi veita góðar tænastur til barnafamiljurnar, og heldur enn at fara at veita ein barnakekk, kundu vit hugt eftir foreldragjaldinum á dagstovnunum. Eldraøkið hjá okkum er eisini væl útbygt, men har er okkurt at gera afturat. Vit hava eisini gjørt útbyggingar á ítróttarøkinum, og tað kundi verið spennandi at hildið fram við tí.
- Ein stór avbjóðing hjá okkum er tann sama, sum føroyska samfelagið generelt hevur, og tað er at steðga fráflytingini. Har hava vit onkur hugskot um, hvussu vit kunnu gera tað, sigur Johan Christiansen.


Vit eru væl fyri
Kirstin Strøm Bech,
Borgsarstjóri í Vágs Kommunu:
Kirstin Strøm Bech, sum hevur verið borgarstjóri í Vági síðani 1. januar í 2005, stillar ikki upp aftur á valinum, sum verður í heyst.
Tað er ein avgerð, hon hevur tikið fyri rúmari síðani og hana stendur hon við.
- Tað skulu øgiliga góðar taligávur til at fáa meg at broyta støðu, leggur hon afturat.
Kirstin er lærari og hon sigur, at hon kundi hugsað sær nøkur ár afturat í skúlanum áðrenn pensjónsaldur, tí henni dámar læraragerningin serstakliga væl.
Men annars heldur hon, at tað verður ein kommuna ið er væl fyri á nógvum økjum, sum tað næsta býráðið tekur yvir.
- Á nógvum økjum eru umstøðurnar í Vági góðar. Havnaviðurskiftini eru góð og tað eru umstøðurnar til ítrótt eisini, tó at ítróttarhøllin treingir til ábøtur.
- Kemur so langhylurin afturat, verður tað avgjørt eitt gott íkast.
Hon staðfestir eisini, at barnagarðurin er komin væl áleiðis og ein uppgáva hjá næsta býráðnum verður at gera hann lidnan.
- Tá verður kommunan heilt væl fyri, hvat barnaansing viðvíkur.
Annars skulu ábøtur og framstig sjálvandi gerast alla tíðina, heldur hon.s
- Skúlin eigur at raðfestast, soleiðis at hann hevur tað, ið krevst av einum nútíðar skúla, umframt at hann treingir hann til ábøtur og nýtímansgerð.
Annars verður neyðugt at dagføra vatnveitingina í kommununi og tað verður eisini eitt stórt tak at fáa eina ætlan fyri spillvatnið í kommununi.
Men onnur átøk eru eisini, sum ikki kosta tað stóra, eitt nú at fáa ætlaða ungdómshúsið á føtur og nakrir vegir eru eisini, sum hava ábøtur fyri neyðini, sigur Kirstin Strøm Bech.

Ongin avgerð
Kristin Michelsen,
Borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu:
- Enn havi eg onga avgerð tikið um at stilla upp aftur til kommunustýrisvalið í heyst.
Tað sigur Kristin Michelsen, sum hevur verið borgarstjóri á Tvøroyri seinastu 10 árini.
Hann sigur, at tað eru viðurskifti, sum tala ímóti at stilla upp aftur, men tað eru sanniliga eisini viðurskifti, sum tala fyri.
Kristin Michelsen varð valdur á Føroya Løgting á valinum seinast og hann ásannar, at tað fer við rættiliga nógvari tíð.
- Tað ber til at samskipa starvið sum borgarstjóri ella býráðspolitikari, og starvið sum løgtingsmaður, men ein part av árinum er tað torført við tað, at ferðasambandið er so vánaligt, at dagarnir í Havn verða nakað langir. Tað ger tað sera møtimikið og tí er ikki vist, at eg stilli upp aftur.
Hinvegin dylir hann ikki fyri, at hann hevur stóran áhuga fyri býráðapolitikki og hann heldur, at tað verður spennandi at vera við í býráðspolitikki hesi næstu fýra árini.
- Tað hendir nógv, sum er bæði Tvøroyri og oynni sum heild, at frama.
Eitt, Kristin Michelsen hugsar um í hesum sambandi, er nýggja uppsjóvarvirkið, sum hevur ført til, at skattainntøkurnar hjá Tvøroyri og hinum kommununum í Suðuroy, eru hækkaðar nokk so fitt í seinastuni.
- Tað eru nýggjar tíðir fyri Tvøroyri og Suður, sigur hann
Annars heldur hann, at størsta avbjóðingin hjá næsta býráðnum á Tvøroyri, verður at fáa vatn- og kloakviðurskifti, sum lógin krevur, skulu vera í rættlag.
Hinvegin harmast hann um, at alt tos um kommunusamanlegging eftir øllum at døma er skotið langt út í framtíðina.

Havi skyldu at fullføra projektið
Albert Ellefsen,
borgarstjóri í Vága kommunu:
Borgarstjórin í samanløgdu Vága kommunu stillar upp aftur á kommunuvalinum í november.
- Eg ælti mær at stilla uppaftur, og eg eri eisini til reiðar at halda fram sum borgarstjóri. Eg havi verið við til at seta eitt projekt í gongd, sum eg havi skyldu at fullføra, sigur Albert Ellefsen.
Hann sigur, at framvegis er ymiskt eftir í arbeiðnum við samanleggingunum av gomlu Miðvágs og Sandavágs kommunum.
- Vit skulu samskipa kommununa enn betur og millum annað útnytta fasilitetirnar í kommununi betur.
Tá ið Albert Ellefsen verður spurdur, hvørji stórmál eru at fara í holt við komandi árini, vísur hann millum annað á eldraøkið.
- Verður eldraøkið lagt út á kommunurnar, verður tað ein stór avbjóðing hjá okkum, og har verður neyðugt við útbyggingum.
- Vit fara nú í holt við skúlabygging, sum heldur fram til ársskiftið 2013/14, vit skulu betra kloakkviðurskiftini í kommununi, og vit skulu útvega fleiri grundstykki, sigur Albert Ellefsen.
Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir ella samráðingar um samalegging við Sørvágs kommunu.
- Vit sita ikki og bíða eftir sørvingum, men vit eru klár, um Sørvágs kommuna er sinnað at tosa um samanlegging, sigur Albert Ellefsen.

Eldraøkið verður tungt
Kim Durhuus,
Borgarstjóri í Sunda Kommunu:
Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda Kommunu, hevur ikki enn tikið støðu til um hann stillar upp aftur ella ikki.
- Eg fari at brúka hesa næstu tíðina at hugsa meg um, sigur hann
Hann hevur verið borgarstjóri í fýra ár, men áðrenn kommunusamanleggingina í Sundalagnum, var hann bygdaráðslimur í Hósvík einaferð fyrst í nítiárunum.
Men hóast hann verður partur í tí ella ikki, heldur hann, at ein hin størsta avbjóðingun í Sunda Kommunu hesi næstu árini, verður at skipa skúlaøkið.
- Men tað er eitt sindur torført, tá ið landið umsitur ein part av tí og kommunurnar ein part.
Hinvegin ásannar hann, at verður eldraøkið lagt undir kommunurnar fyrsta januar í 2014, sum ætlað, verður tað tann størsta avbjóðingin av øllum.


Bleytu virðini í hásæti
Heðin Mortensen,
Borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu:
- Eg bjóði meg fram einaferð afturat.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, stendur á listanum hjá Javnaðarflokkinum, sum longu er gjørdur til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu. Og hann hevur ongantíð verið í iva um, at hann skal stilla upp aftur.
Og fær hann høvi at verða borgarstjóri aftur, tekur hann fegin við tí álitinum.
- Eg stilli upp, so fær veljarin høvi til at siga sína meining um okkara avrik. Og tað er altíð veljarin, sum ger av, um avrikið er nóg gott ella ikki.
Sjálvur ivast Heðin Mortensen ikki í, at í næsta valskeiði verða tað tey bleytu virðini, sum verða í hásæti í Tórshavnar Býráði.
- Tað verður alneyðugt at stuðla húskjum í kommununi við børnum.
Tað kann gerast á ymsan hátt og ein háttur er at hækka barnafrádráttum og at gera tað bíligari at fáa børn í ansing.
Men í hesum sambandi verður tað ikki minst alneyðugt at útvega fleiri bíligar íbúðir.
- Tað má verða lættari at fáa tak yvir høvdið, ikki minst hjá teimum ungu, so at tey ikki missa mótið við tankanum um at seta búgv í Havnini, tí tað er so dýrt.
Tískil verður tað neyðugt at byggja nógv fleiri íbúðir til leigu og kanska eisini eigaraíbúðir eisini.
Men fyri at økja um trivnaðin og eggja fólki at búsetast í Havnini, er eisini neyðugt at skapa góðar karmar til frítíð og mentan –og ikki minst- at tálma skattatrýstið mest møguligt.
Men tað skal alt samalt gerast, uttan at taka lán og skuldarbinda kommununa, leggur borgarstjórin afturat.

Skúlin framtíðartryggjast
Sune Jacobsen,
Borgarstjóri í Sørvágs Kommunu:
Eitt tað fremsta átakið hjá nýggja bygdaráðnum í Sørvági verður gera skúlan lidnan.
Tað sigur Sune Jacobsen, sum er borgarstjóri í Sørvági.
Eisini hann ætlar at stilla upp aftur á næsta býráðið og før hann høvi at verða borgarstjóri aftur, fýrir hann ikki fyri tí.
Hann sigur, at í hesum valskeiðnum er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at dagføra skúlarnar, men í næsta valskeiðnum skal tað gerast liðugt.
Ein stórur partur av hesum verður samanbinda tann gamla partin og tann nýggja partin saman so at talan verður um eina funktionella eind.
Men tá ið tað er gjørt, er skúlin í Sørvági í góðum standi og væl útbygdur og framtíðartryggjaður.
Sørvágs Kommuna hevur lagt stóran dent á at verða grøn kommuna og í hesum sambandi fáa kommunalir bygningar nýggja luftskipan.
Men so má kommunan eisini alla tíðina hava grundstykki tøk til tey, sum hava hug at búsetast í Sørvágs Kommunu.
Annars verður tað eitt stórt tak at fáa kloakskipanina í lagi, soleiðis, sum lógin krevur, heldur Sune Joensen


Rinda skuld niður
Símun Johannesen,
borgarstjóri á Nesi:
Símun Johannesen, borgarstjóri á Nesi, hevur ikki tikið støðu til um hann fer at stilla upp aftur ella ikki.
Men hann heldur undir øllum umstøðum, at nú kommunan er væl fyri við grundgleggjandi hentleikum sum havnarlagi, skúla, barnaansing o.s.fr. má tað næsta býráðið í øllum førum hava við í raðfestingunum, at skuldin má rindast niður.
Annars eru ongar stórar ætlanir í umbúna á Nesi, men hann heldur, at tað hevur týdning at fáa skuldina niður fyri at fáa størri fíggjarligt rásarrúm.
Ein álíkning er einar 37 milliónir og skuldin er eina hálva millión undir tað, so tað vildi verið rætt at hugsa um at goldið hana longur niður, áðrenn fleiri stórar íløgur verða gjørdar.
Annars heldur hann, at verður eldraøkið lagt undir kommunurnar, verður tað eitt ódnartak . Og tað verður eisini eitt tungt tak at gera gera spillvatnsætlanina, sum lógin krevur, leggur hann afturat.

Hørð og bleyt virði
Otto West,
borgarstjóri í Hvalba
Tey næstu fýra árini mugu bæði hørð og bleyt virði setast á dagsskránna hjá kommununi.
Tað heldur Otto West, borgarstjórin.
Sjálvur hevur hann ikki tikið støðu til um hann stillar upp aftur.
- Eg kundi hugsað mær at havt eitt sindur meiri frí, men nú fáa vit at síggja.
Hann sigur kortini, at stillar hann upp aftur, og verður hann valdur, hevði hann eisini tikið av einum tilboði at verði borgarstjóri aftur, skuldi tað komi hartil.
Undir øllum umstøðum heldur Otto West, at nøkur tøk skulu takast í Hvalbiar Kommunu í næsta valskeiði.
-Tað verður neyðugt at gera umstøðurnar á havnalagnum rundan um flakavirkið á Hamranesi betri, so at tey fáa betri pláss fyri treylarum og bingjum, tí har er ov trongt.
Ein møguleiki er at fylla út á sjógv vestanfyri flakavirkið.
- Tað verður helst eisini so, at vit noyðast undir ein barnagarð, tí tað krevur nútíðin, heldur hann.
- Skulu vit fáa fólk at trívast, noyðast vit helst undir ein barnagarð, leggur hann afturat.
Otto West sigur, at kanningar eru settar í verk at vita, hvat tað kostar at byggja ein barnagarð og, hvat hann kostar at reka.
Somuleiðis skal arbeiðið at bøta um skúlan, halda fram, umframt alt tað dagliga at fríðka um og halda reint og nossligt, sigur borgarstjórin.