Bjóða sær at gera verkfalsrakt arbeiði

Fólk, sum gera verkfalsrakt arbeiði, verða koyrd úr feløgunum, og tey kunnu vænta sær stórar bøtur fyri at fáa limaskap aftur.
- At gera verkfalsrakt arbeiði, hevur altíð verið mett sum stór og vanærilig skomm, men líkt er ikki til, at øll hugsa soleiðis í dag, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag


Verkfallið

Tá ið Sosialurin tosaði við forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther fyrrapartin í gjár, høvdu feløgini ikki avgjørt, um tey ? og ei heldur nær ? tey fara at herða verkfallið við møguligum blokadum.
  - Men vit hava sett nógvar vaktir ymsastaðni við arbeiðsplássini til at ansa eftir, at alt fer regluliga fram.
  Ingeborg Vinther sigur, at tað eru fólk, sum bjóða seg fram at gera verkfalsrakt arbeiði, og tað eru eisini arbeiðsgevarar, sum biðja fólk taka upp verkfalsrakt arbeiði.
  - Hetta er ógvuliga ódámligt, og vit vilja gera alt fyri at fyribrygja og steðga hesum óskili.

Vanærilig skomm

Ingeborg vísir á, at tað altíð hevur verið sæð niður á fólk, sum taka upp verkfalsrakt arbeiði.
  - Hetta hevur altíð verið mett sum stór og vanærilig skomm, men líkt er ikki til, at øll hugsa soleiðis í dag.
  Hon sigur, at feløgini, sum eru í verkfalli, hava fleiri dømir um, at fólk bjóða seg fram.
  - Og vit vita eisini um arbeiðsgevarar, sum biðja fólk koma til arbeiðis at gera arbeiði, ið er rakt av verkfalli.
  Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at limir í feløgunum, sum átaka sær slíkar skitnar uppgávur, verður koyrd úr feløgunum.
  - Tey kunnu eisini vænta sær stórar bøtur fyri at fáa limaskapin í rættlag aftur. Tað er jú púra burtur við, at slíkt verður gjørt, samstundis sum onnur stríðast fyri at vinna sømdir, sigur hon.
  Ingeborg sigur, at óskilið við at taka upp verkfalsrakt arbeiði, er staðfest á fleiri ymiskum økjum ? og ymsastaðni í landinum.

Einki samband

Einki samband hevur verið millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, síðan feløgini lýstu verkfall seinasta hósdag, og tí hevur formaðurin í FA onga hóming av, hvussu drúgt verkfallið kann gerast.
  - Vit ynsktu at fáa somu lønarhækking, sum í sáttmálanum við SEV, kr. 16,48 í tvey ár. Okkara upprunaliga ynski var annars 12,60 um árið í tvey ár, men vit valdu at slaka nakrar krónur.
  Hon sigur, at tá ið semingsstovnurin kom uppí samráðingarnar, byrjaði "sirkusið", sum hon tekur til, av álvara.
  - Vit vildu ganga við til at fara eitt sindur niður um sáttmálan við SEV fyri at fáa gongd á aftur, men tað nyttaði alt einki, tí semingsstovnurin segði blankt nei.
  Ingrborg sigur, at arbeiðarafeløgini kundu á ongan hátt fara niður um tað, tey fingu við samráðingarnar fyri tveimum árum síðan.
  - Sambært semingsuppskotinum, sum vit als ikki kundu góðtaka, fingu vit kr. 3,20 um árið í tvey ár, og tá er pensjónin íroknað. Hetta vrakaðu vit sjálvsagt blankt, tí her var als eingin ivi, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.