Nýggjur føroyskur jólasangur við heitinum ?Kom syngi við um jólafrið? er at fáa ókeypis á heimasíðuni hjá Evangeliihúsinum Mánaðarskifti oktober/november fekk Anna Sofía Mellemgaard hugskotið at gera ein jólasang, sum øll kundu fá gleði av. Áður hevur Anna Sofía Mellemgaard, sum er ein av teimum fýra Petersen-systrunum eisini gjørt sangin ?Friður á jørð?, sum er á Jólafløguni, sum kom út í 1998.
Í november mánaði fóru bæði tónleikarar og sangarar í Kristuff Studio í Hoyvík og spældu inn sangin ?Kom syngi við um jólafrið?, sum Anna Sofía Mellemgaard hevur gjørt orð og lag til, og síðani 25. november hevur sangurin verið at fáa ókeypis á heimasíðuni www.gospel.fo.
Tað er barnakórið í Evangeliihúsinum, sum er undir leidslu av Birgit Thomsen og Margit Justinussen, sum syngur. Eva Justinussen, Marin Jakobsen og Tina Mellemgaard syngja barna solorøddirnar. Margit Justinussen, sum vit m.a. kenna frá sanginum ?Góðir vinir? syngur vaksnu solorøddina. Anna Sofía Mellemgaard syngur aðrurødd saman við systrini Margit. Genturnar Eva og Tina eru døtrarnar hjá teimum báðum systrunum. Eyðun Johannesen, sum spælir kontrabass eru mammubeiggi Marin, sum eisini syngur. So á mangan hátt er hesin nýggi jólasangurin ein familjuverkætlan.
Aðrir tónleikarar eru Finnur Hansen og Niclas Johannesen. Jákup Zachariassen og Niclas Johannesen hava lagt til rættis.