Bjóða fleiri feløgum upp í Samtak

Tey trý feløgini, sum hava tikið seg saman um felagsskapin Samtak, vilja fegin hava fleiri feløg upp, men enn hevur ongin tikið av

- Tað var eitt gott tiltak, tá ið Havnar Arbeiðsmanna felag, Føroya Arbeiðarafelag og Fiskimannafelagið, tóku seg saman í fjør og stovnaðu Samtak.

Tað staðfesti Ingeborg Vinther á aðalfundinum í felagnum nú um vikuskiftið.

Hon vísti á, at fakfelagsrørslan hevur í nógv ár ætlað at skipa seg í tætt samstarv og eitt stig á leiðini varð tikið í fjør, tá ið Samtak varð stovnað.

- Við Samtaki ætla feløgini í størri mun at seta dagsskránna, segði Ingeborg Vinther.

Enn eru tað bara hesi trý feløgini, men tey hava bjóðað hinum arbeiðarafeløgunum við í samstarvið.

- Vit hava eisini vent okkum til Handverkarafelagið og bjóðað teimum við í samstarvið.

Men enn hevur ongin tikið av og í Samtaki bíða tey nú eftir svari.

Og IngeborgVinther heldur avgjørt, at fleiri feløg skuldi komið við

- Jú fleiri feløg, ið eru við, tess sterkari verður felagsskapurin.

Hon ivast ikki í, at Samtak hevur stóran týdning fyri feløgini, og at lurtað verður eftir tí, ið kemur frá felagsskapinum.

Hon sigur, at eitt, sum Samtak ger, er at royna at fáa ávirkan á tey lógaruppskot, ið koma til viðgerðar á Løgtingi.

- Nógv samband hevur verið ímillum Samtak og undanfarnu samgongu, og eg ivist ikki í, at samstarv verður eisini við hesa samgonguna, so vit fáa okkara ávirkan, har vit halda, at tað er neyðugt at gera vart við okkum, sigur Ingeborg Vinther.

Umframt samtak, hevur Føroya Arbeiðarafelag eisini samstarv við Nordisk Union og felagsskapir í Evropa, umframt annað altjóða samstarv umvegis norðurlendskar samstarvsfelagar.

- Hetta er eisini neyðugt, til tess at vit kunnu fylgja við og vera við í tí, sum hendir uttan fyri Føroyar, sigur Ingeborg Vinther.