Bixin satsar upp á lekkur barnaklæði

Nýggjasti handilin í høvuðsstaðnum, Bixin, hevur barnaklæði av fronsku merkjunum IKKS og Jean Bourget, og seinni kemur eisini eitt gott hollendskt merki aftrat

Tá tosað verður um klæði, snýr tað seg eisini ofta um stíl. Og stílurin kann vera næstan líka ymiskur, sum tey eru, ið ganga í teimum ymsu klæðunum.
Leygarmorgunin kemur enn eitt tilboð um nýggjan og øðrvísi stíl í føroyska klædnaheiminum, tí tá letur upp ein nýggjur handil mitt í gongugøtuni í Havn, sum eitur Bixin.
Handilin, sum liggur í Niels Finsensgøtu 7, millum handlarnar Stásið og H.C.W. Tórgarð á Káta horninum, marknaðarførir seg sum ein handil, ið selur »lekkur barnaklæði«.
? Eg havi í fleiri ár hugsað um, at tað kundi verið stuttligt at selt nøkur barnaklæði, sum eru eitt sindur øðrvísi enn tað, tú frammanundan kanst keypa í øðrum handlum, sigur Marita Christiansen, ið hevur skift skrivstovustarvið á Toll- og Skattstovuni út við sín egna handil við barnaklæðum.
? Um Bixin kann geva fólki størri úrval, tá tey skulu finna klæði til børnini og tey heilt ungu, so er tað gott. Eg havi so roynt at funnið klæði, ið kunnu breiðka samlaða úrvalið.
Sterk og góð klæði
Í fyrsta umfari leggur Bixin serliga dent á tvey fronsk merki, IKKS og Jean Bourget, men seinni kemur eisini eitt gott hollendskt merki aftrat. Vanliga verða onkur onnur merki eisini at finna í nýggja handlinum.
Bæði IKKS og Jean Bourget eru annars tvey »typisk« fronsk merki. Tað vil siga, at stórur dentur er lagdur á detaljur og smálutir, ið gera hvørt plaggið til nakað øðrvísi og serligt.
? Hóast hetta, so eru talan ikki um dýr klæði. Tey eru heldur ikki millum tey allarbíligastu, men liggja onkrastaðni í miðjuni, sigur Marita, sum ikki útihýsir, at hon sum frálíður fer at fáa sær onnur merki eisini.
? Børn eru í gongd alla tíðina og hugsa ikki so nógv um, hvørjum tey eru í. Tí krevst av slíkum klæðum, at tey tola eitt sindur av hvørjum. Hesum havi eg eisini tikið hædd fyri, tí eg vil hava klæðini at vera bæði dygdargóð og slitsterk.
Umframt at fólk sjálvandi kunnu støkka inn á gólvið í Bixini, so ber eisini til at fáa eitt sindur at vita á heimasíðuni, www.bixin.fo
Har fer eitt nú at bera til at tekna seg fyri tíðindabrævi, ið av og á fer at fortelja um tilboð, nýggja vøru og annað.
Bixin hevur telefon 32 28 28 og upplatingartíðirnar eru tær vanligu í miðbýnum í Havn: Mánadag til mikudag frá klokkan 10 til 17.30, hósdag og fríggjadag frá klokkan 10 til 18 og leygardag frá klokkan 10 til 14.